24.FO
Home Ung & Ítróttur Hondbóltur í heimsflokki á Hálsi

Hondbóltur í heimsflokki á Hálsi

RØÐA: Løgmaður vónar, at frálíka úrslitið um vikuskiftið er við til at slóða fyri fleiri frambrotum í føroyskum hondbólti. 

Størsta hendingin í føroyskum hondbólti nakrantíð. Ja, kanska í føroyskari ítróttarsøgu í liðítrótti yvirhøvur.

Soleiðis lýsti løgmaður stóra avrikið hjá føroyska U-21 hondbóltslandsliðnum hjá monnum um vikuskiftið, nú teir hava spælt seg víðari til HM-endaspælið í Algeria í summar. Á móttøku í Tinganesi á middegi flutti Aksel V. Johannesen fram røðu:

“Tað eru eftirhondini fleiri ár síðan, at nøkur foreldur úr Vestmanna og Hoyvík, ið eisini vóru venjarar, av sínum eintingum savnaðu tykkum leikarar saman. Tá vóru grundarsteinarnir lagdir fyri henda óvanliga gávaða árgangin. Tit vóru 12-13 ára gamlir tá. Longu sum 15 ára gamlir sluppu tit at royna tykkum ímóti í íslendingum. Og síðan hava tit luttikið í fleiri altjóða kappingum – og við sera góðum úrslitum”, segði løgmaður millum annað.

Løgmaður heldur, at góða avrikið er enn eitt dømi um, at føroyskur hondbóltur seinastu árini hevur tikið nøkur risafet. Menningin er eyðsýnd, og úrslitini eru góð.

“Tað er mín vón, at frálíka úrslitið um vikuskiftið er við til at slóða fyri fleiri frambrotum í føroyskum hondbólti. Tykkara avrik higartil og HM-luttøkan í summar fer uttan iva at kveikja eina sterka vón og geva neyðuga áræði hjá yngra ættarliðinum”, vísti løgmaður millum annað á.

Lesið røðu løgmans her

 

 

- Advertisment -

Most Popular

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Fregnartanastan hjá verjuni sigur at danskir stovnar og fyritøkur er í vand fyri njósning á netinum

Les fragreiðingina her frá donsku fregnartænastuni hjá verjuni. Hóttanarmeting frá CFCS fyri 2020 Center for Sybersikkerhed Forsvarets Eterretningstjeneste vurderer, at danske myndigheder og virksomheder er truet...

Seneste kommentarer