Home Ung & Ítróttur Arbeiði við Djúpumýru ávirkar ferðsluna á Bøgøtu

Arbeiði við Djúpumýru ávirkar ferðsluna á Bøgøtu

by OML

Í samband við at arbeitt verður kring vøllin við Djúpumýru, verður ferðslan á Bøgøtu einvegis suðureftir (bussar undantiknir) frá 20. februar 2019 og til arbeiði er liðugt. Heitt verður á bilførarar, um ikki at parkera bilar á økinum fram við vestaru síðu (Millum Atlantis og KÍ høllina).

Arbeitt hevur verið kring vøllin í eina tíð, og abeiðið, sum nú fer í gongd, er at leggja undirstøðið til nýggju ljósmastrarnar. Hetta er alt liður í arbeiðinum, sum skal tryggja, at økið rundan um vøllin verður nútímans gjørt, og somuleiðis góðkent til altjóða dystir.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.