SKÝLIÐ VIÐ DJÚPUMÝRU ER NÚ REIST

0
24

Reisugildið við Djúpumýru, har arbeiðstakarar, umboð fyri KÍ og kommununa vórðu boðin til ein døguraðbita á loftinum í KÍ høllini.

Í november 2017 varð spakin settur í arbeiðið at byggja nýggja skýlið við Djúpumýru. Í dag er arbeiðið komið so væl áleiðis, at flest øll eru spent at uppliva nýggja skýlið, tá ið leikt verður á Djúpumýru komandi kappingarár.

Nógv arbeiðið hevur verið kring vøllin seinastu tíðina, og samlaða verkætlanin spennir víða. Í summar varð nýtt graslíki lagt á vøllin, umframt at nýggjar ljósmastrar vórðu settar upp í heyst. Hetta er alt ein liður í arbeiðinum at fáa leikvøllin altjóða góðkendan. Sostatt fara bæði vøllur og kringumstøður at lúka krøv hjá UEFA, soleiðis at altjóða dystir kunnu spælast í Klaksvík komandi ár.

Til reisugildið seinnapartin segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, nøkur orð, har hann millum annað takkaði arbeiðstakarum fyri tað megnar arbeiðið, sum nú er gjørt, og segði, at hann gleddi seg til endaliga úrslitið, tá ið landskappingin byrjar í summar.