Home Fólk & Samfelag Námsfrøðingar

Námsfrøðingar

by OML

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10.august 2020, ávíkavist

1 námsfrøðing á 40 tímar um vikuna (møguleiki fyri niðursetta tíð)

1 námsfrøðing á 30 tímar um vikuna og

1 námsfrøðing á 30 tímar um vikuna, (Starvið er
tíðaravmarkað fyri námsfrøðing í barsilfarloyvi frá 10.aug.2020 )

Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15

Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár

Vit vanta av tær :

 

·       at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
·       at tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag,
við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og
starvsfeløgunum
  • ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið og hugsanina, og vil
    virka fyri einum fakligum høgum støði
  • at tú tekur ábyrgd og hevur yvirlit
  • at tú ert sjálvstøðug/ur og kanst taka avgerðir
  • at tú ert kveikjandi fyri børn og starvsfólk
  • at tú ert flexibul

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 22.

Meira fæst at vita við at venda sær til  leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Dianu Bertholdsen á tlf. 556648

Um ongin námsfrøðingur søkjir, vera hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

 

Setunarsamrøður verða í viku 26.

 

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17.juni 2020 kl. 12.00.

 

Dr. Margrethu Barnagarður

Gerðagøta 14

F0 – 700 Klaksvík

T-post margretha@margretha.fo

 

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.