Yvirskritf test

Hvussu verður við samgonguni

Samgongan í vanda

Sum støðan er í løtuni er vandi fyri, at samgongan fellur á løgtingsfundinum í morgin, tá atkvøðast skal um Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)(Rætt hjá samkyndum foreldrum til barsilspening)

Um samgongulimurin Johan Dahl og umboð hjá Sjálvstýrið Kristin Michelsen atkvøða fyri uppskotinum Rætt hjá samkyndum foreldrum til barsilspening, so er samgongan í minniluta. Og at hetta uppskot kemur ígjøgnum fer Miðlokkurin ikki at góðtaka. Í morgin, týsdagin 9 februar kann henda at samgongan kemur í minniluta og so er spurningurin um tað verður gjørt ein nýggj samgonga við Sjálvstýri ella øðrum flokkum, ella talan verður um nýval.