Home VinnutíðindiFiskivinna Skomm fyri alla gransking

Skomm fyri alla gransking

by OML

Á heimasíðuni hjá Havstovuni stendur, teir fara við Jákup Sverra, at merkja tosk 28 09 til 05 – 10 sum øll vita, kemur allur fiskur aftur, á somu leiðir at gýta, har teir sjálvir eru gýttur.’

Tað sama er við flyti fugli, teir koma og reiðrast um vári, um fuglafrøðingar fóru, at telja egg í september, oktober hevði fólk hildið, tað var heilt galið við teimum. Havstovan roynir beinleiðis at villleiða fólk tí teir tora ikki, at viðganga teirra feilir ígjøgnum nógv ár.

Í desember 1992 tosaðu eg og Helgi Fossdal við Jan Múller um, meira lív var at síggja av æti  í sjóðnum, og vit roknaði við, at skjótt bleiv betri við fiskarínum, tað gingu nakrir dagar, so kom eitt lesarabræv aftur frá Havstovuni, um tað var nakað tvætl og fiskimenn høvdu dripið allan fiskin, og ongin fiskur kom aftur á grunnarnar, tey fyrstu nógvu árini.

Og ein Bygnaðarnevnd bleiv sett, sum skuldi ráðgeva hvussu fiskastovnarnir skuldu uppbyggjast aftur. Men longu í 1994 bleiv nógv meira av toski, og fiskifrøðingar komi við ymiskum óbrúkiligum frágreiðingum.

Í 2018-19 og 20 bleiv ov lítið av toski fiska, so øll føðin bleiv etin upp, og tað endaði við at toskurin kom inn undir land, at leita eftir føði, tá øll føðin var etin, doyði nógv av toski í hungri, tað er ringt at vita, hvussu nógv 1.000 tons doyði, men tað vóru nógv.

Um ein hyggur eftir tilmælinum fyri tosk frá Havstovuni, sæst at teir taka feil í umleið  60 % av tilmælinum, og teir sum arbeiða umborð á skipinum, og teir sum fylgja við natúruni, eru 2-4 ár frammanfyri fiskifrøðingarnar, sum halda teir klára, at ráa yvir natúruni.

Í Sjóvarmál 25 09 2019 stendur. Hví er toskurin á Føroyabanka ikki komin fyri seg  ?          https://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2019/Sjovarmal2019.pdf

Men í 2020 MH hevði 12 tons av toski, 8.550 tons sum blivu seld ígjøgnum uppboðssøluna.  Av tí vóru 50 %  toskur 1, – 45%  toskur 2,  og bert 4%  var toskur 3. og 1 % var toskur 4.

Men ongin smá fiskur, hevði veri á Føroyabanka árini frammanundan, og Havstovan er ikki komin við nakrari frágreiðing, um hvar toskurin kom frá. Á síðu 24 kunnu nakrar gitingar frá Havstovuni lesast í Sjóarmál, um toskin á FB.

https://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2020/Sjovarmal2020.pdf

Búskaparráði má seta seg inn í veruleikan, og hyggja eftir hvussu ofta fiskaloysi hevur veri ígjøgnum fleiri øldir, og hvussu  stovnsmetingarnar hjá havstovuni passa. Nakað kann lesast ovast her.                  https://www.facebook.com/groups/678830728875156

Tá føðin svíkir, rímur fiskur, hvalur, fuglur, djór og fólk. Sjálvt plantur og trø doyggj tá ongin føði er. Men tá føðin er í vøkstri er vón fyri framman.

Tey seinastu 10 árini hevur árini, hevur bert smáur upsi veri á Føroya grunninum, seinastu 35 -40 árini hevur bert veri smáur og miðal upsi veri, so nógv av heilt stórur upsi sum nú, hevur ikki veri at fingið við Føroyar, so leingi sum fiskimenn minnast.

Havstovan og Búskaparráði verða noydd, at viðganga veruleikan, um ferðing hjá fiski.

                                               Eyðun Hansen

                                                  Vestmanna

                                                  28 03 2022                      

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.