Home Fólk & Samfelag Nei til ferðafólkastreym í summar

Nei til ferðafólkastreym í summar

by OML

Nú vit lesa um at fleiri lond nokta ferðafólkaskipum at koma at bryggjum kann tað undra at mynduleikarnir her heima ikki taka støðuna meir í álvara.

Tað er ikki neyðugt, at vit loyva íbúgvum frá londum í eru strongd av coronavirus at vitja okkara lítla oyggjasamfelag. Sjálvandi skulu vit hava harari treytir enn onnur Norðurlond, vit hava neyvan neyðugu orkuna innan heilsuverkið til at megna um nógv fólk gerast sjúk samstundis. Samfelagssliga er kostnaðurin eisini høgur um ein ørgrynna av fólkið skal í garantenu.

Eitt er at vit eru ein tjóð við  siglandi fólkið og sjálv ferðast nógv kring allan heimin. Men spurningurin er um vit sum land megna at halda smittuvandanum niðri um vit loyva hópin av ferðafólkið at koma hendavegin komandi mánaðarnar. Tíðin er nú at siga stopp. Eisini kann tað tykjast løgið at mynduleikin loyvir at upp til 500 fólk kunnu savnast á einum stað. Munandi betur hevði verið at talan var um eini 150 til 200 fólk.

Vit vita, at vit skulu liva og virka, og at neyðugt er at fólk framhaldandi fara út at vinna landinum valutainntøkur.

Somuleiðis vita vit, at nógvir føroyingar fara at ferðast til økir, ið ikki eru í stórum vandabólkunum tá umræður korona smittuna.

Mynd: 24.FO

Viðkomandi spurningurin er eisini, um flogvøllurin – og økið har fólk heinta viðførið er egna til at verja ferðandi móti smittuvandanum.

Herd strategi her á landi

Strategien hjá Føroyum kundi verið herd munandi, so vit ikki loyvdu hópferðavinnu og at fólk kom til okkara oyggjar frá stóru vandaøkjunum. Tað er nógv sum tíður uppá, at vit eiga at stramma munandi upp, um vit veruliga ynskja at gera okkara besta fyri at basa smyttuvandanum í okkara oyggjasamfelag.

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.