Home Fólk & Samfelag 31. mai Altjóða roykfríur dagur

31. mai Altjóða roykfríur dagur

by OML

Í sambandi við Altjóða roykfría dagin, sum er 31. mai, vilja vit varpa ljós á okkara SMS-skipan “Kom og legg av”.

Í sambandi við Altjóða roykfría dagin, sum er 31. mai, vilja vit varpa ljós á okkara SMS-skipan “Kom og legg av”.

Við hesi SMS-skipan bjóðar Fólkaheilsuráðið tær, sum roykjara, ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til 5 dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.

Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekstinum „gevst” til 1919, og tú fært sms-boð sendandi yvir teir næstu tveir mánaðirnar. Tú kanst melda teg til alt árið.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.