24.FO
Home Fólk & Samfelag Jenis av Rana á fundi við uttanríkisráðharra Íslands

Jenis av Rana á fundi við uttanríkisráðharra Íslands

kelda: Uttanríkisráðið og mynd

1 juli hevði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, fund við Guðlaugur Thór Thórdarson, uttanríkisráðharra Íslands, í Snæfellsnesi.

Jenis av Rana á fundi við uttanríkisráðharra Íslands

 

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir, hvussu Føroyar og Ísland kunnu økja um samstarvið landanna millum.

Samstarv við onnur lond og ætlanir landsins at økja um samhandil við triðja lond varð eisini viðgjørt, umframt at mál, ið hava við Hoyvíksáttmálan at gera, fingu góða viðgerð.

Í morgin verður embætismannafundur í felagsnevndini, ið hevur støðufesti í Hoyvíksáttmálanum, har partarnir fara at víðari viðgera evnini, sum ráðharrarnir hava viðgjørt.

Handilssáttmálin millum Føroyar og Ísland ásetur, at ein felagsnevnd skal hava eftirlit við, hvussu fríhandilssáttmálin virkar. Felagsnevndin hittist regluliga at skifta orð um, hvussu sáttmálin roynist, og um onnur mál, sum hava samband við hann.

- Advertisment -

Most Popular

Húsarhaldsskúlin

Tað verður sera vakurt og hugnaligt at búgva í Klaksvík tá lív kemur í miðbýin og lív kemur kring Húsarhaldsskúlan. Sum myndin vísur so...

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein...

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Seneste kommentarer