Home Fólk & Samfelag Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

by OML

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein elbil ella til aðrar orkusparandi loysnir, fær nú eitt lán við lægri rentu.

Hevur tú til dømis eitt elbillán á 300.000 kr. við eini rentu á 2,75%, og sum verður afturgoldið yvir 7 ár, so minkar mánaðarliga gjaldið frá 4.090 kr. niður í 3.952. Tú sparir 138 kr. um mánaðin og 1.600 kr. um árið.
Broytingin fevnir um bæði verandi kundar og nýggjar kundar, sum eru í eini fyrimunaskipan hjá BankNordik.

Hvat er eitt orkulán?

Eitt orkulán er eitt bústaðarlán til orkusparandi loysnir. Hesar loysnir kunnu til dømis vera:

  • at bjálva húsini
  • nýggj vindeygu
  • nýtt tak ella nýggjan klædning
  • nýggja ella alternativa orkuskipan

Fyrimunirnir við orkusparandi loysnum eru fleiri, og tað er ofta soleiðis, at gert tú onkra einstaka broyting, kanst tú fáa bæði orkunýtsluna niður, betri inniumhvørvi og eisini ein grønari gerandisdag.

BankNordik vil fegin stuðla undir grønar loysnir, og tí er rentan á orku- og elbillánum lægri enn onnur líknandi lán.

Lætt at løða elbilin

BankNordik hevur keypt og sett upp løðistøðir við deildirnar í Havn, Saltangará, Klaksvík, Miðvági og á Tvøroyri, so sama hvar kundarnir hjá bankanum eru staddir í landinum, er nú lætt at koma til eina løðistøð at løða elbilin ókeypis.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.