Í dag var móttøka fyri innbodnum, nú Tinghúsið læt upp í Klaksvík. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt røðu, har hon millum annað segði:
![Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur helt røðu, tá Tinghúsið í Klaksvík læt upp](https://lms.cdn.fo/media/13994/elsebeth-tingh%C3%BAsi%C3%B0-dugna-klaksv%C3%ADk.jpg?height=576&mode=crop&quality=85&width=1024&s=eOYBvxRlgWlQ8SZXg2CzL6_OPxk)
“Nú handilin flytur av Kambsdali til Klaksvíkar, verður betri pláss á Kambsdali til verkstaðin og vónandi uppaftur betri møguleiki at skipa arbeiðstilboð undir tryggum kørmum har: Tilboð til ung, sum ikki fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og tilboð til yngri borgarar, sum hava byrjandi demens, sclerosu og Parkinson, og sum ikki longur megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum.”
Les alla røðuna her.