24.FO
Home Fólk & Samfelag 25 hava fingið prógv í námsfrøðiligari leiðslu

25 hava fingið prógv í námsfrøðiligari leiðslu

Fyri trimum árum síðani bleiv diplomútbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu bjóðað út á fyrsta sinni, og eftir hálvumtriðja ári á skúlabeinki fingu 25 prógv í dag.

Útbúgvingin er soleiðis samansett, at fyrstu 30 ECTS-stigini verða brúkt til at koma upp á bachelorútbúgving, og næstu 30 ECTS-stigini er útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.

Útbúgvingin er ætlað skúlastjórum, skúlaleiðarum og teimum, sum hava í huga at arbeiða við skúlaleiðslu.

Yvirskipað snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at styrkja leiðandi førleikarnar hjá skúlastjórum og skúlaleiðarum, soleiðis at hann ella hon á besta hátt kunnu stimbra fakligu og sosialu førleikarnar hjá einstaka læraranum. Eisini snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at stimbra samstarvið hjá einstaka læraranum við næmingin og foreldrini.

Tað er Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Glasi, sum hevur skipað leiðsluútbúgvingina.

“Tað er gleðiligt, at tey, sum ganga á odda í skúlunum kring landið, kunnu taka leiðsluútbúgving í Føroyum. Sjálvt um skúlaleiðslurnar sum heild rigga væl, hevur leingi verið tørvur á, at skúlaleiðslurnar verða fakliga styrktar, so dagurin í dag er eitt stórt fet rætta vegin,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

 

Previous article7 umfar leikt í dag
Next articleNema keypir Synack
- Advertisment -

Most Popular

Húsarhaldsskúlin

Tað verður sera vakurt og hugnaligt at búgva í Klaksvík tá lív kemur í miðbýin og lív kemur kring Húsarhaldsskúlan. Sum myndin vísur so...

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein...

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Seneste kommentarer