Home VinnutíðindiAlivinna Nýggj ritgerð um rognkelsi

Nýggj ritgerð um rognkelsi

by OML

Gransking: Teitur Bendtsen hevur vart sína BSc ritgerð “Litbroyting hjá rognkelsum og teirra val av skjól-liti”.

Í verkætlanini hevur Teitur Bendtsen kannað hvørt rognkelsi skifta lit, fyri at tilpassa seg litin av skjólum, tey hava atgongd til. Harumframt hevur hann í aðrari roynd kannað, um rognkelsi mest tekkjast ávísum liti av skjóli.

Niðurstøðan er, at rognkelsi broyta lit longu eftir einum degi. Týðiligasta broytingin er, at tey verða ljósari í ljósum skjólum og myrkari í myrkum skjólum. Harumframt kunnu munir síggjast á bæði littóna og hvussu bjartur liturin er alt eftir lit á skjóli, og eisini hvar á fiskinum tú hyggur. Harumframt var niðurstøðan eisini tann, at rognkelsi vilja heldur sita á svørtum ella reyðum skjólum enn øðrum litum, og tey vilja helst ikki sita á hvítum og bláum skjólum.

Teitur Bendtsen vísir á, at reytt ljós ikki røkkur serliga langt niður í dýpið. Tískil kann tað vera, at rognkelsi velja reyð og svørt skjól, tí teimum tørvar ikki at tillaga sín lit eins nógv til hesi skjól. Somuleiðis líkjast svart og reytt eitt sindur brúntara. Rognkelsi eru ofta at finna í tara í náttúruni.

Verkætlanin varð gjørd í samstarvi við P/F Fiskaaling, og varð praktiski parturin framdur í Nesvík. Vegleiðarar vóru Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, og Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.