Home Ung & Ítróttur Nógv undirhald á Bátafestivalinum fyri børnini

Nógv undirhald á Bátafestivalinum fyri børnini

by OML

Bátafestivalurin hevur okkurt til øll, og sjálvandi er eisni nógv til børnini. Fleiri av ymisku barnatiltøkunum byrja, tá bátarnir leggja at í bátahylinum um 14-tíðina.

Hoppiborgir eru altíð eitt hitt  børnunum, og í ár kemur Tatanka við fleiri ymisum hoppiborgum, har av ein heilt nýggj og  spennandi hoppiborg.

Andlitsmáling dáma børnum sera væl, og møguleiki verður fyri at verða málaður í tjaldinum frá klokkan14.00.

7D biografur hevur fyrr verið við á Bátafestivalinum á Toftum, og í ár verður aftur møguleiki fyri at síggja 7D á festivaløkinum.

Fyri tey minstu er skattaveiða hjá sjónrænarum. Skattakortið verður tikið fram, og sjónrænararnir fara at leiða børnini gjøgnum ein spennandi gongutúr á bátafestivaløkinum fyri at finna skattin.

Vælkomin á Bátafestival á Toftum

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.