Home Ung & Ítróttur 700 ung merktu MØRK

700 ung merktu MØRK

by OML

Nú lækkar vika sex ímóti endanum á hesum sinni. Eini 700 næmingar frá yrkis og miðnámsskúlunum og næmingar frá Húsarhaldsskúla Føroya hava fingið høvi at luttaka á tiltakinum.

Tiltakið byrjaði við, at Persson & Dahl framførdu sera áhugaverdar, hugvekjandi og til tíðir ágangandi leikir fyri næmingunum. Leikirnir vóru sera væl uppsettir, skilt á tann hátt, at áskoðararnir ikki vistu, um tað var leikur, ella um tað var veruligt og aftaná leikirnar, settu leikararnir spurnartekn við, hvørji mørk verða bjóðað av.

Við loyniupptøkum høvdu leikararnir eisini bjóðað føroyinginum av, fyri at finna út av, hvussu langt út um mark, tað ber til at fara við okkum. Tað var skelkandi at síggja, at fólk ikki himprast við at svara uppá nærgangandi spurningar og at gera tað, sum tey blivu biðin um. Spurnartekn varð sett við, um vit eru líka tolin, tá ið tað kemur til happing og ágang bæði hjá okkum sjálvum og øðrum.

Eftir framførsluna nýttu næmingarnir høvi at tosa við stovnarnar, sum standa fyri tiltakinum.

Apoteksverkið hevði eitt spurnablað við heilsuspurningum, har møguleiki var at vinna atgongumerki til Voxbotn.

Amnesty bjóðaðu næmingum, at koma við uppskotum við evnum til #samtykki 2019, og møguleiki var at vinna atgongumerki til Summarfestivanlin og G!

Vinnararnir til hesar kappingar verða funnir í næstum.

Vit takka miðnámsskúlunum fyri blíðskap og góða móttøku, sum vit hava fingið og takka fyri, at vit sleppa inn á skúlarnar við tiltakinum.

Nú gleða vit okkum til fyrilesturin “Vitan um sexualitet millum ung í Føroyum” við Marini í Dali, lækna, sum verður í Perluni í kvøld kl. 20.00.

Vegna fyriskipararnar

Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.