Home Fólk & SamfelagPolitikkur Løgmaður svarað Jógvani á Lakjuni um hjúnabandslógina

Løgmaður svarað Jógvani á Lakjuni um hjúnabandslógina

by OML

HJÚNABANDSLÓGIN: Løgmaður tekur undir við løgfrøðiligu metingini hjá Løgmansskrivstovuni og donsku myndugleikunum.

Tað er ein misskiljing, tá ið Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, sigur, at málið um § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er ein spurningur um at yvirtaka eitt málsøki.

Tað svarar løgmaður millum annað í einum § 52a fyrispurningi um § 14, stk. 2 hjúnabandslógina, sum Jógvan á Lakjuni, tingmaður, hevur sett.

“Tað snýr seg um at tulka, hvørt innihaldið í § 14, stk. 2 hoyrir til málsøkið “Persóns-, húsfólka- og arvarætt”, sum ikki er yvirtikið, ella málsøkið “Fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni viðvíkjandi trúarsamfeløg”, sum er yvirtikið. Ein slík tulking skal, sum vera man, ikki leggjast fyri Løgtingið, vísir løgmaður millum annað.

Løgmaður sigur í svarinum seg taka undir við løgfrøðiligu metingini hjá Løgmansskrivstovuni og donsku myndugleikunum.

“Eg havi gjøgnumgingið tilfarið í málinum og eri samdur í løgfrøðiligu metingini hjá Løgmansskrivstovuni og donsku myndugleikunum. Tað er orsøkin til, at eg ikki havi tikið tulkingina hjá Mentamálaráðnum til eftirtektar”, sigur hann millum annað.

Lesið svar løgmans her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.