Home Fólk & Samfelag Okkara besta integratiónsátak

Okkara besta integratiónsátak

by OML

– Tað er eitt stórt arbeiði, Kvøldskúlin ger fyri útlendsku næmingarnar. Hetta er helst størsta integratiónstiltak nakrantíð í Føroyum, og tí fegnast vit um, aftur at síggja eitt stórt lið av nýggjum føroyingum á skúlanum, segði Annika Olsen, borgarstjóri, í røðu á Kvøldskúlanum í dag, nú 36 nýggir útlendskir næmingar byrjaðu undirvísing í føroyskum og føroyskari mentan.

Annika Olsen byrjaði við at greiða frá, at vantandi frálæra í føroyskum er ein beinleiðis forðing fyri atgongd til arbeiðsmarknaðin. Hon vísti á, at við teimum royndum, sum Kvøldskúlin hevur gjørt, er ruddiliga staðfest, at føroyskt mál er lykilin til okkara mentan, og kunnleiki til mentanina er lykilin til samfelagið.

Hetta staðfesta eisini næmingar í stórum tali. Dyr verða latnar upp fyri næmingunum, sum í størri mun fáa brúkt sínar útbúgvingar og í størri mun kenna hetta at hoyra til og vera partur av eini heild.

Í dag byrjaðu tveir nýggir flokkar í undirvísing fyri tilflytarar á Kvøldskúlanum. Hesaferð er talan um 36 næmingar. 3 skeið hava verið frammanundan á byrjunarstøði og eitt framhaldsskeið.

– Tað er eitt stórt arbeiði, skúlin ger fyri útlendsku næmingarnar. Hetta er helst størsta integratiónstiltak nakrantíð í Føroyum, og tí fegnast vit um, aftur at síggja eitt stórt lið av nýggjum føroyingum á skúlanum, segði Annika Olsen.

– Í løtuni verður tosað so nógv um Glasir, hendan stóra skúlan, sum fyri hvønn dag dominerar meira og meira í býarmyndini. Jú, hann er stórur. Men Tórshavnar Kvøldskúli er og verður kortini Føroya nógv størsti skúli.

– Kvøldskúlin bjóðaði 270 skeið út fyri hetta skúlaárið og fekk 3.500 tilmeldingar. 230 skeið verða gjøgnumførd við umleið 3.000 næmingum. Og fleiri standa á bíðilista til einstøk fak.

– Kvøldskúlin er sostatt ikki bara nógv størsti skúli í landinum, tá ið hugsað verður um næmingatal, men eisini fjølbroyttasti skúli, tá ið hugsað verður um lærugreinir, segði borgarstjórin.

Undirvísing í føroyskum máli og mentan fyri fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, er skipað í samstarvi millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið. Fakini eru føroyskt og føroysk mentan, næmingarnar hava møtiskyldu og skeiðini enda við eini roynd.

Annika Olsen endaði við at ynskja øllum, leiðslu, starvsfólki annars og næmingum alt tað besta við hesum einastandandi átaki, og samstundis ynskti hon øllum næmingum hjartaliga vælkomnum til Føroya – vælkomnum til Havnar og vælkomnum á Tórshavnar Kvøldskúla.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.