Hetta verður gott fyri bæði tað ítróttarliga og fyri ferðslutrygdina

klaksvik.fo 01-07-2016

0
530

Eg fegnist um, at tað er eydnast okkum at fáa Smyril at sigla næstan 1000 av viðhaldsfólkunum hjá KÍ beinleiðis til steypafinaluna í Havn, tí hetta er bæði gott fyri ítróttarliga samanhaldið og avrikið, og tað er ikki minni gott fyri ferðslutrygdina, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Finalan um Løgmanssteypið verður leikt á Tórsvølli í Havn leygardagin 27. august millum bestu mansliðini hjá KÍ og Víkingi, og tað verður roknað við einum metstórum áskoðaratali til hesa finaluna.

Seinastu vikurnar hevur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við góðari uppbakking frá býráðslimum, samskift við Strandferðsluna um at fáa Smyril at sigla beinleiðis millum Klaksvík og Havnina til og frá finaluni, og nú er greitt, at hetta er eydnast:

SMYRIL fer at sigla beinleiðis úr Klaksvík til Havnar klokkan 14:00 hendan leygardagin, har finaludysturin í hesum sambandi er fluttur fram til klokkan 18:00. Eftir finaluna siglur SMYRIL norðuraftur úr Havn til Klaksvíkar, og er fráferðin tá sett til klokkan 21:00.

Sum vera man, so fegnast borgarstjórin um, at hetta nú er eydnast:

– Hetta verður ein ómetaliga spennandi dagur fyri okkum í Norðoyggjum og fyri stóra viðhaldsfjøldina hjá KÍ, at næstan 1000 av okkum kunnu ferðast so trygt og ómakaleyst til finaluna.

– Vónandi fer hetta eisini at geva okkara leikarum nøkur eyka prosent av vilja og spæligleði, so tað røkkur til enn ein KÍ-sigur, ið vit kunnu fegnast um saman við leikarum, venjarum og hjálparfólki. Her kann hesin møguleikin at vera saman umborð á SMYRLI eisini styrkja samanhaldið enn meira.

– Men hetta tiltakið at fáa SMYRIL at sigla beinleiðis til og frá finaluni er meir enn bara eitt ítróttarligt átak, tí hetta fer at gera, at næstan 1000 fólk fara at sleppa undan at koyra í bilum og bussum teir samanlagt 150 kilometrarnar aftur og fram millum býirnar báðar. Hetta fer at gera ferðsluna munandi tryggari hendan dagin, tí eingin ivi er um, at talið av akførum hendan dagin verður stórt, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum eisini takkar Strandferðsluni fyri teirra tænastusinni og samstarvsvilja, sum gjørdi hetta møguligt.