Home Fólk & Samfelag Frágreiðing um pensjónsøkini í ríkisfelagssakpinum er liðug

Frágreiðing um pensjónsøkini í ríkisfelagssakpinum er liðug

by OML

Arbeiðsbólkurin, sum skuldi greina pensjónsviðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, er liðugur við sítt arbeiði. Arbeiðsbólkurin varð settur í august 2014 av táverandi donsku og føroysku ráðharrunum. Frágreiðingin verður nú almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, og kann lesast her.

Í arbeiðsbólkinum hava verið embætisfólk úr øllum ríkispørtunum, og arbeiðið hevur verið skipað av Beskæftigelsesministeriet og Styrelsen for Arbejdsmarked og Rekruttering í Danmark.

Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum var at lýsa:

  • pensjónsskipanirnar í einstøku ríkispørtunum,
  • hvørjar forðingar eru í sambandi við, at pensjónistar flyta millum ríkispartarnar,
  • møguleikarnar fyri skiftisreglum, soleiðis at pensjónin kann flytast millum ríkispartarnar í upp til 6 ella 12 mánaðar, og
  • møguleikan fyri heilt ella lutvíst at nýta meginreglurnar í norðurlendska sáttmálanum um almannatrygd í sambandi við flyting millum ríkispartarnar, umframt
  • hvussu Føroyar og Grønland møguliga kunnu gerast partar av verandi sáttmálum á sosiala økinum, sum er gjørdur millum Danmark og onnur lond.

Í frágreiðingini verður millum annað staðfest, at grundarlagið undir at fáa pensjón er ikki eins í ymsu pørtunum av ríkisfelagsskapinum, serliga tá ið tað snýr seg um fyritíðarpensjón. Tað kann vera ein forðing, tá ið flutt verður millum ríkispartarnar.

Eisini verður staðfest, at reglur um at varðveita pensjónina í eitt styttri tíðarskeið á upp til 12 mánaðir, tá ið flutt verður millum ríkispartarnar, kann minka um tíðarskeiðið, pensjónisturin er uttan uppihaldsgrundarlag. Reglur um at flyta pensjónina millum ríkispartarnar eru til gagns fyri fleiri pensjónistar, og fíggjarligu avleiðingarnar av hesum verða mettar at verða lítlar.

Frágreiðingin staðfestir eisini, at verða reglurnar sambært ásetingunum í norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd nýttar innan fyri ríkisfelagsskapin, verður pensjón tillutað og útgoldin úr einum ríkisparti, sjálvt um pensjónisturin flytur til annan ríkispart at búgva. Hetta merkir, at pensjónisturin fær pensjón úr, í minsta lagi, einum staði. Tó verður neyðugt hjá pensjónistinum at søkja um og fáa tillutað pensjón frá øllum ríkispørtunum, har viðkomandi hevur búð. Hetta er ein broyting í mun til í dag, har pensjónsrættindini verða staðfest og útgoldin í tí ríkispartinum, har pensjónisturin hevur bústað.

Fíggjarligu avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av at nýta norðurlendska sáttmálan, eru mettar at verða høgar og nógv hægri enn í Danmark, orsakað av, at Føroyar og Grønland hava nógv fleiri íbúgvar, sum flyta av landinum til Danmarkar, enn støðan er hinvegin.

Fyri Føroyar og Grønland verður staðfest, at tað er ein møguleiki at fara inn í millumlandasáttmálar, sum Danmark hevur gjørt við onnur lond, í tann mun Føroyar og Grønland ynskja tað og at triðjaland tekur undir við hesum.

Landsstýriskvinnan hevur longu sett fram ynski um framhaldandi politiskar samráðingar millum myndugleikarnar í ríkispørtunum, og málið hevur høga politiska raðfesting.

Nú arbeiðið við frágreiðingini er liðugt, byrja innanhýsis fyrireikingar til samráðingar millum partarnar, sum væntandi kann byrja í heyst.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.