Home Ung & Ítróttur Phlake – danska stjørnuskotið

Phlake – danska stjørnuskotið

by OML

G! Festivalurin fegnast um at vísa føroyingum Phlake – danska stjørnuskotið, sum við risafetum leggur Danmark undir seg.

Fyrsta plátan hjá Phlake varð slept í farnu viku, teir skaptu kaos á Roskilde, tá túsundatals fólk streymaðu til konsertina á Rising pallinum og nú geva lokkandi løgini um kærleika og funky tónin endurljóð í donsku miðlunum.

Tað er ikki mongum bólki unt, at næsta staklagið vinnur platin.

Konsertferðin hjá donsku Phlake varð útseld uppá fáar tímar og nú ríða teir á tónleikaligu alduni – og beint heim á G!

Phlake spæla hóskvøldið á G!, sum fer at vera eitt rimmar gildi. Saman við lekru tónunum hjá Phlake, verða millum onnur eisini SBRC aka The Bloody Beetroots, Punjab, Zion Train og Konni Kass á palli hóskvøldið.

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.