24.FO
Home Tíðindir Nógv entreprenør virksemi í Føroyum

Nógv entreprenør virksemi í Føroyum

Sera nógv virksemi er innan entreprenør vinnuna í Føroyum. Entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu hevur seinastu mánaðirnar sett fleiri fólk í starv, og í síðstu viku setti fyritøkan nýggjan verkætlanarleiðara at halda skil á vaksandi arbeiðsuppgávunum.

– Vit hava ongantíð áður havt so nógvar fyrispurningar um arbeiði sum nú, sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton. Tí er umráðandi, at vit hava góða stýring á arbeiðunum fyri at tryggja, at vit gera uppgávurnar til tíðina, og at góðskan er í hásæti.

Fyritøkan í Gøtu vísti herfyri á sín besta roknskap í 10 ár, og byrjaði fyrr í ár at bjóða seg fram at gera asfalt-arbeiði kring landið.

Nýggi verkætlanarkeiðarin hjá Kreton er Allan Norðgerð. Hann er útbúgvin byggifrøðingur, hevur drúgvar royndir í entreprenør-vinnuni og kemur úr einum starvi sum verkætlanarleiðari hjá Landsverk.

 

- Advertisment -

Most Popular

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Fregnartanastan hjá verjuni sigur at danskir stovnar og fyritøkur er í vand fyri njósning á netinum

Les fragreiðingina her frá donsku fregnartænastuni hjá verjuni. Hóttanarmeting frá CFCS fyri 2020 Center for Sybersikkerhed Forsvarets Eterretningstjeneste vurderer, at danske myndigheder og virksomheder er truet...

Seneste kommentarer