26.4 C
Munich
søndag, juni 20, 2021

Must read

Klaksvíkar kommuna: ÓKEYPIS SKEIÐSTILBOÐ TIL FORELDUR

Klaksvíkar kommuna hevur undirskrivað avtalu við MEA – húsið fyri familjumenning, sum í næstum fer at bjóða foreldrum í Klaksvíkar kommunu ókeypis foreldraskeið.

Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.

Avtalan millum Klaksvíkar kommunu og MEA er eitt víðkað tilboð til borgarar í Klaksvíkar kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannamálaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis par-skeið.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA sigur, at eitt av endamálunum hjá MEA er at styrkja tann einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiðið eftir møguligan skilnað, og tí fegnist hon um, at Klaksvíkar kommuna vil geva sínum borgarum eitt víðkað skeiðstilboð, soleiðis at foreldur m.a. kunnu fáa amboð til, hvussu foreldur best kunnu samstarva um børnini, tá talan er um hjúnaskilnað ella samlívsslit.

Karl Johansen, borgarstjóri sigur, at tryggleiki og trivnaður hjá okkara yngstu borgarum hevur stóran týdning. Tí vónar hann, at foreldur fara at taka væl ímóti tilboðnum.

Heimasíðan hjá MEA verður dagførd í juni, og tá verður eisini møguligt at tekna seg til skeiðini.

Á heimasíðuni www.mea.fo kann lesast meiri um stovnin.

Previous article
Next article
- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.