26.4 C
Munich
søndag, juni 20, 2021

Must read

Fólkaheilsuráðið og ABC samstarvsfelagar á Brúnni í Skálavík

Týsdagin 20. apríl hittust ABC samstarvsfelagarnir aftur á fundi. Hettar var 13. ferð síðan samstarvið byrjaði
í 2017. Hesaferð var fundurin í Skálavík á eftirskúlanum Brúnni, og høvuðsevnið var “royndir hjá
samstarvsfeløgum við ABC fyri sálarliga heilsu”.
Fyrsti skúli í Føroyum
Brúgvin, sum bleiv samstarvsfelagi í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu í 2019, hevði eina framløgu á
fundinum týsdagin. Tey greiddu millum annað frá, at tey tóku stig til at gerast partur av ABC verkætlanini,
longu tá ið fyrireikingarnar til fyrsta skúlaárið vóru í gongd. At rótfesta ABC fyri sálarliga heilsu so tíðliga í
ætlanunum fyri skúlan, mettu tey hevur gjørt tað lætt hjá teimum at brúka ABC boðskapirnar í øllum
virkseminum á skúlanum. Holistiska tankagongdin hjá skúlanum hildu tey hóskaði sera væl saman við ABC
verkætlanini og teir tríggir ABC boðskapirnir; ver virkin, ver saman og ver hugbundin eru hugsaðir inn í
tímatalvuna á skúlanum. Tað var eisini sera áhugavert at hoyra tveir næmingar greiða frá, hvussu teir
merktu, at ABC boðskapirnir blivu brúktir á skúlanum. Skúlaleiðarin metti, at orðini “virkin, saman og
hugbundin” eru orð, sum allir næmingar á skúlanum nú kennast við. Hetta fegnast vit um í
Fólkaheilsuráðnum, tí tilvit um ABC boðskapirnar kann hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna.

Hóast nógvir skúlar í Føroyum hava brúkt ABC fyri sálarliga heilsu á ymiskan hátt gjøgnum árini, so er
eftirskúlin Brúgvin fyrsti skúli í Føroyum, ið hevur valt at rótfesta ABC fyri sálarliga heilsu í skúlanum og
skapt tilvit millum bæði lærarar og næmingar. Royndirnar hjá skúlanum mugu sigast at vera góðar, og vit
vóna, at vit fara at síggja meira til ABC fyri sálarliga heilsu á enn fleiri skúlum í Føroyum í framtíðini.
Átøk breiða seg um landið
Eftir nýggjár skipaði Fólkaheilsuráðið fyri átakinum “Virkin januar”. Vágs kommuna, sum eisini er
samstarvsfelagi í ABC fyri sálarliga heilsu, legði ætlanir um eitt heilsuátak um somu tíð og fekk íblástur til at
skipa fyri átakinum “Virkin Vágur” í februar. Væleydnaða tiltakið hjá Vágs kommunu elvdi til, at Sands
kommuna tók stig til at gerast ABC samstarvsfelagi, sum síðani skipaði fyri Virkin Sandoyggj saman við
hinum kommununum á oynni í mars.
Magnus Pauli West frá Vágs kommunu og Hanna á Reynatúgvu frá Sands kommunu greiddu frá, hvussu tey
skipaðu fyri átøkunum heilt frá hugskoti til, hvussu tiltøkini vóru gjøgnumførd. Tað var stuttligt at hoyra tey
greiða frá, hvussu lætt tað var at fáa tiltakið í gongd við góðum kreftum í nærumhvørvinum, og hvussu væl
borgararnir tóku ímóti. At opna felagsskapir, sum vanliga eru meira afturlatnir og varpa ljós á tey átøk, sum
eru í nærumhvørvinum, kann geva góð úrslit. Fleiri feløg hava fingið fleiri limir og ítróttagreinir, sum áður
hava verið dotnar niðurfyri, hava fingið nýtt lív eftir átøkini. Á fundinum kom eisini fram, at summi fakfólk
merkja eina jaliga broyting millum fólk. Hesi átøkini hava sett eina bylgju í gongd, so meira verður at síggja
til “Virkin” átøk komandi tíðina kring landið.
Í løtuni eru 24 kommunur, feløg og stovnar kring alt landið partur av ABC fyri sálarliga heilsu hjá
Fólkaheilsuráðnum.

Previous article
Next article
- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.