24.FO
Home Ung & Ítróttur 13 bólkar kappast um at gera tann besti nýggi

13 bólkar kappast um at gera tann besti nýggi

So er Sement aftur á skránni 13 nýggir bólkar bresta saman í kappingini um at gerast besti nýggi bólkur í Føroyum. Tá innleiðandi kappingarnar eru nú fríggjakvøldið 13. mai og leygarkvøldið 14. mai í Reinsarínum.

Hvørt kvøldið spæla tríggir bólkar seg í finaluna, og leygarkvøldið verður harumframt valdur ein bólkur, ið fær eitt wild card, og sostatt sleppur at kappast við hini í finaluni leygarkvøldið 21. mai.

Fleiri av bólkunum, ið kláraðu seg væl í fjør høvdu meldað seg til, tá freistin var úti mikukvøldið á miðnátt, eins og onnur nøvn, ið hava verið nógv at hoyrt síðsta árið, eru millum nøvnini, og tí verður uttan iva talan um tætta og góða kapping.

Atgongumerki fáast her ella við dyrnar fyri 100. kr.

Hetta er skráin:

Fríggjakvøld. 13.05.16

19.00 – Iron Lungs
19.30 – Blue T-Shirt
20.00 – Slýggj
20.30 – Bluesette
21.00 – Gø
21.30 – Yóhanna

Leygarkvøld. 14.05.16

19.00 – BBiW
19.30 – Killer Distiller
20.00 – Lea Kampmann
20.30 – Krown
21.00 – Benjamin Rajani
21.30 – Between hard and a Rock Place
22.00 – ‘Emjay’

Sum vant hevur Sement dugnaligar dómarar at døma millum luttakandi bólkar.

Greta Svabo Bech er kend songkvinna í føroyum. Hon hevur verið tilnevnd eina Grammy virðisløn fyri eitt lag hon syngur saman við Deadmau5, ið er víðagitin framleðari og plátuvendari, men hevur eisini sjálv vunnð nógvar FMA heiðurslønir fyri egnan tónleik.

Eyðfinn Jensen arbeiðir sum tónleikasamskipari í Kringvarpinum. Hann var ein av drívmeginum aftan fyri gentubólkarnar Poppkorn og Faroe 5, ið vóru øgiliga væl umtóktir fyri nøkrum árum síðani. Hann er eisini kendur sum kønur vertur í Kvørnini.

John Áki Egholm er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri Hamferð, har hann eisini spælir gittar. Hamferð byrjaðu sína karrieru við at vinna Sement í 2011, og hava teir eisini vunnið tað internationala Wacken Metal Battle í Týsklandi. John Áki spælir eisini í fleiri øðrum bólkum, eitt nú Hamradun, Goresquad og Jurghinn.

 

- Advertisment -

Most Popular

Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!

Hjálp, hjálp og aftur hjálp! Jú føroyingar eru, hesar Koronamerktu dagar, gestir í einum veruligum hjápargildi, har vit sjálvi eru vertir. Higartil hevur fólkið í...

Varaleiðari

Vit søkja eftir einum varaleiðara 40 tíma viku. (møguleiki er fyri færri tímum) at byrja 10.august 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er vanliga...

Rørsla í Føroyum

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum...

Námsfrøðingar

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10.august 2020, ávíkavist 1 námsfrøðing á 40 tímar um vikuna (møguleiki fyri niðursetta tíð) 1 námsfrøðing á 30 tímar...

Seneste kommentarer