Home Fólk & SamfelagPolitikkur SAMBANDSPOLITIKKUR SKAPAR FRAMVEGIS ÚRSLIT Á CHRISTIANSBORG

SAMBANDSPOLITIKKUR SKAPAR FRAMVEGIS ÚRSLIT Á CHRISTIANSBORG

by OML

Týðandi frágreiðingin um markaforðingar í Ríkisfelagsskapinum er úrslit av semjusøkjandi sambandspolitikki á Christiansborg

Hóast Sambandsflokkurin í løtuni ikki er umboðaður á Christiansborg, koma framvegis úrslit av sambandspolitikki.

 Hetta sæst, nú ein long røð av markaforðingum í Ríkisfelagsskapinum júst eru almannakunngjørdar í einari frágreiðing frá Vinstra-ráðharranum, Karen Elleman.
Stórir og smáir trupulleikar
Markaforðingar eru tvørleikar, sum gera tað truplari enn neyðugt hjá ríkisborgarum (føroyingum, grønlendingum og dønum) at flyta seg frítt um mørkini hjá londunum í Ríkisfelagsskapinum.
Millum markaforðingarnar eru t.d. trupulleikar hjá føroyskum sjúklingum, ið fáa sjúkraviðgerð í Danmark. Teir kunnu missa journalupplýsingar, tí teir einki CPR-nummar hava í donsku skipanini
Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
13-05-2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.