Home Ung & Ítróttur Óluva A. Joensen nummar tvey í Danmark

Óluva A. Joensen nummar tvey í Danmark

by OML

Í vikuskiftinum hevur Óluva A. Joensen saman við seks øðrum frá Treystinum luttikið í DM fyri ung.

treysti-dk2016Kappingin verður hildin í Skive og luttaka íðkararnir hjá Treysti fyri Vejle, tí talan er um danmarksmeistara-kapping og tí er neyðugt at luttaka í einum donskum felag. Teir sjey íðkararnir eru: Julian Gregersen, Gunnar Sivertsen, Hans Sivertsen, Oddvør Josephsen, Óluva A. Joensen, Maria Biskopstø og Birita Ryan. Tey stóðu seg øll væl í Íslandi fyri kortum, og nú skulu tey so kappast ímóti teimum bestu í Danmark. 540 íðkarar úr 41 feløgum er tilmeldaðir kappingina.

Óluva-Kulustoyt2016dkÓluva kappast í kúlustoyt 3 kg, gentur 14-15 ár. Har luttóku 18 tær bestu genturnar í Danmark. Óluva gjørdist nummar tvey og harvið vann hon silvur. Hon stoytti 11.77m, sum er hennara persónliga met og eisini føroyskt met.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.