Home Fólk & Samfelag Thorvald í starvsvenjing sum sálarfrøðingur

Thorvald í starvsvenjing sum sálarfrøðingur

by OML

Komandi tíðina verður Thorvald Danielsen, sum lesur sálarfrøði í Aalborg í Danmark, í lestrarstarvi hjá Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingi hjá Barnaverndartænastuni. Fyrr í vikuni heilsaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri uppá Thorvald.

Starvstíðin hjá Thorvaldi byrjaði mánadagin, og hann heldur til í húsinum á Fornagørðum saman við Hans Mourits og restini av Barnaverndartænastuni hjá Klaksvíkar kommunu. Bæði borgarstjórin og Thorvald sjálvur fegnast um lestrarstarvið, sum Thorvald verður í komandi tríggjar mánaðirnar.

– Tað er ómetaliga jaligt og týdningarmikið fyri okkum sum kommunu at bjóða okkara lesandi útisetum okkurt at koma heim til, og tí eri eg sera glaður fyri, at Thorvald velur at koma til Klaksvíkar at royna lærdómin í verki, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Borgarstjórin heldur eisini, at slík lestrarstørv innibera vinning fyri bæði tann lesandi og arbeiðsgevaran. – Tey lesandi plaga at gleða seg til at sleppa at royna seg í arbeiðslívinum, og fyri Barnaverndartænastuna kann tað heilt sikkurt vera mennandi og læruríkt at hava starvsnæming,

Spennandi og mennandi umhvørvi á Fornagørðum
Seinastu árini eru umvælingar framdar í húsinum á Fornagørðum, og bygningurin húsar nú einum stórum parti av trivnaðareindunum hjá Klaksvíkar kommunu. Umframt sálarfrøðingin halda Barnaverndartænastan og Námsfrøðiliga ráðgevingin hjá kommununi eisini til í húsunum á Fornagørðum, og harafturat er Gigni, heilsufrøðilig tænasta til børn og ung, júst flutt inn í bygningin eisini.

– Húsið á Fornagørðum er eitt av teimum rættiliga spennandi og jaligu verkætlanunum, sum vit hava arbeitt nógv við hesa býráðssetuna, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Higartil hava vit verið glað fyri at hava fleiri av hesum tænastunum savnaðar á einum stað. Tað skapar eitt fakliga sterkt umhvørvi, har starvsfólkini kunnu njóta ágóðan av vitanini hjá hvørjum øðrum, og so rúmar bygningurin eisini einum góðum samstarvi við Sernám, soleiðis at vit sum kommuna kunnu tryggja okkara børnum og ungu góða tænastu og ráðgeving innan øll hugsandi øki, sigur borgarstjórin.

Thorvald Danielsen er 29-ára gamal, og hann verður í starvsvenjing hjá Hans Mourits Foldbo inntil 1. juni í ár. Hann lesur sálarfrøði á lærda háskúlanum í Aalborg í Danmark.

Klaksvik.fo 04-03-2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.