Home Heim & Frítíð Nú skal Signar á stóra pall

Nú skal Signar á stóra pall

by OML

Signar í Homrum spælir á Summar Festivalinum í august

Signar í Homrum hevur verið fastur gestur á Summar Festivalinum seinnu árini, og hann hevur havt fleiri minniligar framførslur. Signar hevur serliga havt konsertir í stóra tjaldinum, men í fjør var hann á Torginum. Tá savnaðist so nógv fólk frammanfyri lítla pallin, sum tað ongantíð áður hava gjørt.

– Vit halda, at tíðin er komin til, at Signar í Homrum spælir á stóra pallinum, og tí verður hansara konsert í ár á Vágsbøi. Signar hevur sangirnar, bólkin og undirtøkuna, sum skal til fyri at lyfta uppgávuna á størsta pallinum í landinum, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

Signar í Homrum er eisini spentur til nýggju uppgávuna. Hann hevur seinastu árini spælt á øllum hugsandi stórum og smáum spælistøðum og í privatum veitslum, men hann hevur manglað møguleikan á stóra palli á landsins størsta tónleikatiltaki.

– Eg eri sera fegin um, at fyrireikaranir av Summar Festivalinum hava latið mær hendan møguleikan. Mær hevur altíð dámt sera væl at spæla á Summar Festivalinum, og nakrar av mínum bestu konsertum hava verið júst har. Tí verður tað serliga spennandi at hava konsert á Vágsbøi í ár, sigur Signar í Homrum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.