Home Vinnutíðindi Alivinna Føroyska alivinnan 426 mió kr. í skatti í 2014

Føroyska alivinnan 426 mió kr. í skatti í 2014

Av hesum vórðu omanfyri 300 mió kr. goldnar tí almenna í árinum. Talan er um met í føroyskari alisøgu. Hetta skrivar Vinnuhúsið

 

Í 2014 var skatturin hjá føroyskum havbúnaði tils. 426 mió kr. Hetta talið fevnir um partafelagsskatt, kapitalvinningsskatt, loyvisgjald og tøkugjald hjá teimum 4 fyritøkunum í hesari vinnugreinini. Hetta er methøgt og ein øking á uml. 180 mió kr. í mun til 2013, tá skatturin var tils. 245 mió kr.

Partur av teimum 426 mió kr. er útsettur skattur, sum verður avsettur at vera útgoldin til tað almenna seinni, men framvegis fekk tað almenna útgoldið omanfyri 300 mió kr. í 2014.

Í hesum tølum er ikki íroknaður persónligur inntøkuskattur hjá teimum starvsfólkunum, ið starvast í føroyskum havbúnaði. Heldur ikki er íroknaður skatturin av tí avleidda virkseminum, sum havbúnaðurin skapar. Eitt nú av teimum íløgum, sum havbúnaðurin í hesum árum ger fyri at framtíðartryggja seg, so hann er betri førur fyri at standa ímóti avbjóðingunum í komandi árum.

Havbúnaðarfelagið væntar, at við teimum røttu karmunum um virksemið, fara skattainntøkurnar hjá tí almenna frá føroyskum havbúnaði at økjast í komandi árum.

 

- Advertisment -

Most Popular

Skúlabygningurin liðugur og klárur at taka nýtslu

Eg eri ómetaliga glaður um, at vit nú kunnu bjóða næmingum, starvsfólkum og foreldrum í Klaksvíkar kommunu innaftur undir sama tak í ein spildurnýggjan,...

Eru játtanir til Klaksvíkar Sjúkrahús horvnar

Í 2018 vórðu 6 mió. kr. játtaðar til endurvenjing (neurorehabiliterning) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og somuleiðis tvíhildu løgtingslimir um, at aðrar 15 mió. kr., ið...

Okkara fjarskifti skal vera dygt og trygt

Føroyingar skulu venja seg við, at fjarskifti í framtíðin verður ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki. Hetta merkir ítøkiliga, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum í størri...

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur helt røðu, tá Tinghúsið í Klaksvík læt upp

Í dag var móttøka fyri innbodnum, nú Tinghúsið læt upp í Klaksvík. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt røðu, har hon millum annað segði:   "Nú handilin...

Seneste kommentarer