Home VinnutíðindiAlivinna Bakkafrost misti umleið eina millión fiskar av ódnarveðrinum í farnu viku

Bakkafrost misti umleið eina millión fiskar av ódnarveðrinum í farnu viku

by OML

Áhaldandi óðnarveðrið í farnu viku gjørdi umfatandi skaða á alibrúkini hjá Bakkafrost í Hvalba og Froðba. Ættin var tann ringasta fyri just hesi alibrúkini og sera ógvusligur uppgangur og suður var í sjónum í 5 dagar. Stórur partur av fiskinum doyði orsakað av veðrinum og umfatandi skaði var á aliútgerð. Í alt misti Bakkafrost umleið eina millión fiskar við eini miðalvekt uppá 2,1 kg.

Aliútgerðin og fiskurin eru tryggjaði (fiskurin til kostprís).

Higartil hevur 2020-tøkumetingin fyri Føroyar verið 57.000 tons av laksi, men hesin skaðin lækkar tøkumetingina fyri 2020 við 5-6.000 tonsum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.