Home Fólk & Samfelag Ferð sett á nýtt Universitetskampus

Ferð sett á nýtt Universitetskampus

by OML

Í dag hava borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivað undir eina slóðbrótandi samstarvsavtalu.

Endamálið við avtaluni er at menna og skipa samstarv millum Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya við støði í visjónini hjá Tórshavnar kommunu og endamálinum hjá Setrinum. Ætlanin er í stigum at víðka um samstarvið til eina røð av evnum/økjum.

Setrið hevur sum visjón, at tað skulu verða 1.500 lesandi á Setrinum um 10 ár, móti teimum umleið 800 í løtuni. Sum mál at verða altjóða universitetsbýur hevur Tórshavnar kommuna í visjónini ásett, at høvuðsstaðurin er virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi.

Við hesi avtalu verða lunnar lagdir undir eitt langtíðarsamstarv við eini røð av perspektivum, ið eru áhugaverd bæði fyri Setrið og Tórshavnar kommunu.

Universitetskampus
Í fyrstu atløgu er tað mest týðandi at gera eina ætlan fyri eitt universitetskampus, har alt útbúgvingarliga og granskingarliga virksemi Setursins verður savnað, kanska eisini við atknýttum lestraríbúðum og granskaraíbúðum.

Sama dag, sum avtalan varð undirskrivað, hevur landsstýrið boðað frá íløgum í universitetskampus. Setrið og kommunan fara nú saman av álvara í eina tilgongd at gera eina býarskipanarætlan, soleiðis at tað ber til hjá Setrinum at menna eitt universitetskampus við Debesartrøð og á Frælsinum, eisini við møguleikum at víðka universitetsøkið við tíðini.

Heðin Mortensen og Sigurð í Jákupsstovu eru báðir sannførdir um, at samstarvsavtalan er eitt avgerandi stig á leiðini til at menna Setrið og lestrarumhvørvið sum heild í Havn. Samstarvsavtalan saman við signalinum, sum landsstýrið hevur sent í morgun, har universitetskampus loksins er komið á skrá í landspolitisku skipanini, eru bestu fortreytir fyri, at ætlanin um universitetskampus nú verður veruleiki.

Tilmæli um býarskipanarætlan um kampusøkið skal verða liðugt um ársskiftið.

Sí avtaluna niðanfyri.

Samstarvsavtala 
Kelda:torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.