24.FO
Home Vinnutíðindi Alivinna Nýggjur nevndarlimur í Bakkafrost

Nýggjur nevndarlimur í Bakkafrost

Bakkafrost

Nýggjur nevndarlimur Einar Wathne er 57 ára gamal, hevur eina MBA og PhD í alivinnu og hevur drúgvar royndir frá alivinnuni, m.a. sum stjóri í Ewos. Sigur Bakkafrost í kunning til miðlarnar.

Ísamband við ársaðalfundin hjá Bakkafrost, er føroyska útgávan av frágreiðingini um burðardygd viðvíkjandi 2018 júst kunngjørd – og løgd á heimasíðu felagsins. 

Savnsmynd – Bakkafrost

Í frágreiðing formansins til aðalfundin, kom Rúni M. Hansen inn á týdningin at menna felagið fyri at skapa størri virðir á ein burðardyggan hátt, og nøkta vaksandi altjóða eftirspurningin eftir proteinum við sunnum laksavørum.

Felagið hevur yvirtikið ábyrgdina av føroysku lívfiskaætlanini og verður hesin partur nú lagdur afturat okkara frammanundan longu virðisketu. Íløgan skal síggjast sum ein langtíðar íløga, sum vit eru sannførd um, fer at skapa virðir fyri felagið.

Í 2018 avgjørdi Bakkafrost, saman við føroyskum myndugleikum, at skipa alivirksemið í Suðuroynni betur. Bakkafrost hevur nú fýra aliøki í Suðuroynni; av hesum fer seinasta aliøkið undir virksemi nú í mei. Vit dagførdu laksavirkið í Suðuroynni í 2018, so undirstøðukervið er búgvið til nýggja framleiðsluleistin í Suðuroynni. Bakkafrost yvirtók alivirksemið í Suðuroynni í 2016, og úrslitini higartil hava givið okkum góðar vónir. Við íløgum og góðari stýring hevur virksemið í Suðuroynni menningarmøguleikar fyri øktum virksemi í framtíðini.

Formaðurin nevndi eisini týdningin av 5 ára íløguætlanunum hjá Bakkafrost. Ein nýggj 5 ára  íløguætlan varð kunngjørd í 2018 uppá 3 milliardir krónur. Hann segði, at hon fer at minka um lívfrøðiliga váðan, geva møguleika fyri  burðardyggum vøkstri,  og skapa virðir fyri okkara kundar, parteigarar og samfelagið.

Vegna nevndina í Bakkafrost, takkaði hann øllum starvsfólkum hjá Bakkafrost fyri heilhuga, nærlagni og ágrýtni í 2018.

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer