Home VinnutíðindiAlivinna Granskari á Fiskaaling á altjóða ráðstevnu um fiskalús

Granskari á Fiskaaling á altjóða ráðstevnu um fiskalús

by OML

GRANSKING: Størsta avbjóðingin hjá alivinnuni í dag er uttan iva ampin av lús, sum er torfør at halda niðri. Annaðhvørt ár verður skipað fyri eini altjóða ráðstevnu um fiskalýs, har granskarar hittast og leggja fram úrslit av sínum granskingum. Í ár var ráðstevnan hildin í syðsta býi í heiminum, Punta Arenas í Kili, har Tróndur Kragesteen, phd-lesandi á Fiskaaling, legði fram síni granskingarúrslit fyri umleið 300 luttakarum – teir flestu granskarar. 

Síðani 1992 hevur verið skipað fyri eini ráðstevnu um fiskalýs innan aling, har leiðandi granskarar innan økið leggja fram síni granskingarúrslit og vísa, hvørji møgulig framstig eru gjørd í fyribyrging av lúsatrupuleikum. 

Í ár var ráðstevnan undir heitinum “Sealice Conference 2018” hildin í sunnasta býi í heiminum, Punta Arenas í Kili, sum er millum heimsins størstu lond fyri laksaframleiðslu. 

Endamálið við lúsaráðstevnuni er at savna og styrkja samstarvið millum teir fremstu granskararnar, sum fáast við gransking í fiskalýs og tí, sum hartil hoyrir. 

Ein av teimum umleið 300 luttakarunum á ráðstevnuni, var Tróndur Kragesteen, phd-lesandi á Fiskaaling ígjøgnum Danmarks Tekniske Universitet, DTU, sum granskar í lúsaspjaðing. 

Granskingin hjá Tróndi Kragesteen vísir, at kringumstøðurnar hjá tí einstaka alibrúkinum eru rættiliga avgerandi fyri, hvat lúsamark, alibrúkið skal leggja seg eftir, í mun til at fáa best møguliga úrtøku burtur úr alingini. 

– Firðirnir ella aliøkini eru sjálvandi ymisk, men greitt er, at har tætt sjósamband er ímillum alibrúkini, eigur markvirðið fyri lús at vera so lágt sum gjørligt. Tó ikki lægri enn uttanhýsis trýstið frá náttúruni loyvir, tí tað altíð er eitt ávíst trýst haðani. Eitt ov lágt markvirði í mun til náttúrugivnu viðurskiftini krevur, at tað má avlúsast oftari. Hetta er bæði kostnaðarmikið og setir stíg í vøksturin hjá laksinum í eina tíð eftir viðgerðina, eins og tað dálkar umhvørvið, har talan er um evnafrøðiliga avlúsing, sigur Tróndur Kragesteen.

Føroyski granskarin vísir á, at har tað eru fleiri alibrúk í sama øki, loysir tað seg best fíggjarliga, um allir leggja seg á sama lága markvirðið fyri laksalús. Síðani var ein hypotetisk kanning gjørd, har ein simulatión varð sett upp og hugt varð at, um alarar víkja frá hesum viðgerðarmarkinum.

Avlúsing setir stíg í vøksturin

Granskingararbeiðið hjá Tróndi Kragesteen vísir, at um onkur víkir frá markvirðinum (tvs. nýtir eitt hægri markvirði), kann hesin fáa meira vinning burtur úr per kilo laks, tí viðkomandi hevur lægri útreiðslur av avlúsing, meðan tað verða tey sum yvirhalda markvirðið, ið bera útreiðslunar av at halda lúsini niðri. Bæði tí tað kostar at avlúsa, og tí avlúsingin setir stíg í vøksturin hjá laksinum.

– Hinvegin, um tú ert púra einsamallur í einum øki, so kann markvirðið vera eitt sindur hægri, tí tá gevur tú bara tær sjálvum lús, og tað tekur væl longri tíð, til lúsatrýstið byggir seg upp aftur eftir eina viðgerð. Hetta skerjir heldur ikki á sama hátt úrtøkuna, tí tá hevur tú færri lúsaviðgerðir, sigur Tróndur Kragesteen.


Sum heild kann sigast, at ov høg lúsatøl í alibrúkum ganga í størri og minni mun út yvir úrtøkuna hjá fyritøkuni. Er talið ov høgt, mistrívist laksurin og veksur seint ella stendur í stað, eins og fellið økist samsvarandi. Harvið fær alifyritøkan minni burturúr, enn hon kundi fingið við lágum lúsatølum.

Tróndur Kragesteen hevur í heyst hildið tvær framløgur í Føroyum um sína gransking í lúsaspjaðing. Tann fyrra var í sambandi við “Vísindavøkan á ferð 2018”, sum varð hildin í Tekniska Skúla í Klaksvík 26. september. Heitið á framløguni var “Skynsamasta lúsamark fyri alibrúk, ið hava samband hvørt við annað.” Seinnu ferð var undir sjálvari Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum 28. september, tá hann miðlaði postaran “Sjóvarfalsdrivið smittusamband millum aliøkir í Føroyum”. Her var talan um eina kapping millum seks granskarar, hvørs uppgáva var at miðla sín postara á ein greiðan og fangandi hátt innan tveir og ein hálvan minutt. Vinnari av kappingini gjørdist júst Tróndur Kragesteen. 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.