Home VinnutíðindiAlivinna Bakkafrost keypir 68,6% í The Scottish Salmon Company

Bakkafrost keypir 68,6% í The Scottish Salmon Company

by OML

P/F Bakkafrost kunnger hervið, at vit í dag hava undirskrivað ein bindandi sáttmála um keyp av av 68,6% av The Scottish Salmon Company Plc frá Northern Link Ltd.

SSC er næststørsta alifelagið í Skotlandi við eini árligari tøku á umleið 30.000 tons av laksi. Felagið er skrásett á børsinum í Oslo. Ætlanin hjá Bakkafrost er at bjóða hinum partaeigarunum sama tilboð. Keypsprísurin fyri hvørt  partabræv er áljóðandi NOK 28,25. Samlaða virðið á SSC er 4.351,9 mió.

Keypið verður fíggjað við nýggjum partabrøvum og reiðum peningi.

The Scottish Salmon Company er eitt leiðandi alifelag við høvuðssæti í Edinburgh, Skotlandi. Aliøkini eru á vesturstrondini á Skotlandi og Hebridunum. SSC er kent fyri sína høgu góðsku og sínar merkivørur.

Um handilin sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, at vit á Bakkafrost eru sera spent at samstarva við SSC. Hetta er eitt spennandi strategiskt keyp, bæði fyri Bakkafrost og SSC, har vit fara at leggja dentin á at taka tað besta úr báðum feløgunum og sameina hesi.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.