Hagtøl kunnu fyribyrgja ferðsluóhappum

kelda: lv - 5 apríl 2019

0
15
FERÐSLUTRYGD: Arbeitt verður áhaldandi við at gera føroysku landsvegirnar tryggari. Á ársfundinum nú í morgun hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd varð ljós millum annað varpað á týdningin av at fáa so nógv og fjølbroytt hagtøl og lýsingar av ferðsluóhappum sum til ber. Jú fleiri dátur, tess størri eru sannlíkindini fyri røttum og úrslitagóðum ferðslutrygdartiltøkum.

Á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum er nú fyrrapartin, hevði Mikkel H. Frandsen, sivilverkfrøðingur á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki, eina áhugaverda framløgu um, hvussu ferðslutrygdararbeiðið á Landsverki verður skipað frá innsavnan av hagtølum til kortlegging, óhapsgreining og raðfesting av ferðslutrygdartiltøkum, sum Landsverk árliga setir í verk kring landið.

Ferðsluhagtøl seinastu 20 árini vísa, at talið á skrásettum ferðsluóhappum er minkandi. Tað eru seinastu árini skrásett millum 500-650 ferðsluóhapp árliga hjá Politinum. Ein fimtipartur av hesum eru parkeringsóhapp, 30-40 óhapp eru við fólkaskaða og 15-30 skyldast rúsdrekka. Burtursæð frá 2018, tá eingi deyðsføll vóru í ferðsluni, doyggja vanliga millum 1-6 fólk  árliga í ferðsluni á føroysku vegunum, so enn er ikki komið á mál við nullhugsjónini.

Rúsdrekkakoyring er framvegis ein trupulleiki
Hóast talið á teimum, sum koyra ávirkaði av rúsdrekka, eisini er minkað nógv seinastu árini, er hetta framvegis ein álvarsamur trupulleiki í ferðsluni. Í tíðarskeiðnum 2014-2017 kundu 84 ferðsluóhapp beinleiðis setast í samband við rúsdrekka. Tað er framvegis eitt alt ov høgt tal. Av hesum vóru 20 óhapp við fólkaskaða og 2 fólk doyðu.

Lumpisliga hálkan
Hálka kemur ofta óvart á. Knappliga er hon har tíðliga um heystið og tekur øll á bóli, ella spøkir hon aftur so seint sum í apríl og mai, tá tú minst væntar tað. Tí er umráðandi at fylgja væl við í, hvat verður sagt um veðrið og kanna koyrilíkindini á heimasíðuni hjá Landsverki ella á Landsverk appini. Í 2014-2017 vóru 238 ferðsluóhapp sett beinleiðis í samband við hálku. Av hesum vóru 4 við fólkaskaða. Hálka kann basast við salti, men bilførarar mugu eisini minnast til at hava bilin skøddan í góðari tíð, fylgja við koyrilíkindunum, koyra eftir umstøðunum og yvirhøvur halda seg kunnaðan um veðrið.

Seyður á vegnum órógvar
Við jøvnum millumbilum er frammi, at seyður er til stóran ampa og beinleiðis vandamikil fyri ferðsluna. Hagtølini vísa eisini, at fleiri ferðsluóhapp henda orsakað av seyði á vegnum. Í tíðarskeiðinum 2014-2017 vóru samanlagt 64 ferðsluóhapp, har seyður onkursvegna var blandaður uppí og 46 óhapp, har seyður varð ákoyrdur. Av hesum óhappum var eitt ferðsluóhapp við fólkaskaða.

Fleiri dátur tryggja beinrakin ferðslutrygdartiltøk
Landsverk arbeiðir miðvíst við at savna saman so nógvar dátur um ferðsluóhapp, sum til ber. Í mong ár hava skrásetingarnar hjá Politinum verið grundarlagið undir øllum ferðslutrygdararbeiðinum hjá Landsverki, men nú er tað gleðiliga hent, at góða samstarvið um hagtøl er víðkað á tann hátt, at stovnurin nú eisini fær skrásetingar frá Trygd og er í góðum dialogi við Betri um eisini at fáa upplýsingar frá teimum. Tað letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum at hækka góðskuna á ferðslutrygdararbeiðinum munandi.

Framløgan hjá Mikkel H. Frandsen, sivilverkfrøðingi á Landsverki, kann takast niður her