Home Heim & Frítíð Fátækar familju fáa nú styrk

Fátækar familju fáa nú styrk

by OML

Familjur við lágum inntøkum fara nú at kunna søkja um familjuískoyti.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum hevur lagt lógaruppskot um familjuískoyti niðan í Løgtingið, sum fer at bøta um fíggjarligu korini hjá barnafamiljum, ið hava lágar inntøkur, og hava trong fíggjarlig kor.

“Seinastu árini hava vit hoyrt at talið av teimum, sum eru í fátækraváða er stórt og vaksandi, og at fleiri av teimum eru børn. Vit vita, at fátækradømi rakar børnini serliga hart, og tí hevur tað verið umráðandi fyri meg, at vit hjálpa hesum børnum. Við familjuískoytinum fáa vit eina skipan, sum gevur teimum eina hjálpandi hond, sum hava tað trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman, “ sigur Eyðgunn Samuelsen.

Fátækradømi kann ikki burturbeinast við almannaveitingum eina. Hinvegin hevur tað týdning, at vit hava góðan útbúgving- og arbeiðsmarknaðarpolitikk, soleiðis at fólk fóta sær á arbeiðsmarknaðinum, og við hesum hava størri sannlíkindi fyri eitt sjálvstøðugt lív, har tey megna at forsyrgja sær og sínum. Hesum arbeiðir samgongan eisini við.

Tað eru familjur við lágum inntøkum sum fara at kunnu søkja um familjuískoyti, og endamálið við lógini er at bøta um ringastu avleiðingarnar av at hava eina lága inntøku.

Familjuískoytið er sett soleiðis saman at stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barni, sum er afturat tí fyrsta barninum. Hjá ikki-støkum við einum barni er familjuískoyti 22.000 kr. um árið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barni, sum er afturat tí fyrsta barninum. Fult familjuískoyti verður veitt teimum, sum hava húskisinntøku upp til 190.000 kr. um árið, og lækkar ískoytið stigvíst, so hvørt sum inntøkan hækkar, og er familjuískoytið heilt burtur, tá samlaða húskisinntøkan er umleið 275.000 kr. hjá støkum og umleið 295.000 kr. hjá teimum, ið ikki eru støk..

Mett verður, at skipanin við familjuískoyti fer at kosta landskassanum leysliga mett 8,5 mió. kr. árliga. Aftrat hesum skulu leggjast útreiðslur til umsiting. Tað verður Almannaverkið, ið fer at umsita skipanina, og rætturin til útgjald byrjar frá januar mánað í 2016.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.