24.FO
Home Ung & Ítróttur Triðja brotið í røðini For hundin, eri eg bundin? er við Vár...

Triðja brotið í røðini For hundin, eri eg bundin? er við Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.

For hundin, eri eg bundin? Nýtt átak hjá Fólkaheilsuráðnum

Fólkaheilsuráðið fer restina av árinum at varpa ljós á bundinskap.

Vit hava eina ørgrynnu av møguleikum og vit kunnu velja og vraka, sum okkum lystir, men eru vit altíð tilvitað um, hvat vit velja til, og hvat vit velja frá?

Tað er natúrligt at velja tað til, sum skapar eina góða kenslu í okkum. Tað kann vera so nógv ymiskt, sum skapar eina góða kenslu. Tað kann vera, tá ið vit eta, renna, keypa, spæla teldu, gera reint, strúka skjúrtur, arbeiða í havanum og so framvegis, ella vit kunnu fáa eina góða kenslu kemiskt við at brúka ymisk evni so sum tubbak, rúsdrekka og rúsevni.

Tað er munur á vana og bundinskapi. Markið ímillum vana og bundinskap er sera flótandi og flytur seg frá einum ringum vana til eina støðu, har alt dettur frá hvørjum øðrum. Taðlættari at steðga einum vana enn at steðga bundinskapi. Bundinskapur yvirtekur stýringina, og tá er truplari at steðga aftur. Bundinskapurin kann føra til beinleiðis misnýtslu.

Við spurninginum “For hundin, eri eg bundin?” vil Fólkaheilsuráðið varpa ljós á bundinskap og vóna at fólk verða meira tilvitað um bundinskap.

 

 

- Advertisment -

Most Popular

Varaleiðari

Vit søkja eftir einum varaleiðara 40 tíma viku. (møguleiki er fyri færri tímum) at byrja 10.august 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er vanliga...

Rørsla í Føroyum

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum...

Námsfrøðingar

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10.august 2020, ávíkavist 1 námsfrøðing á 40 tímar um vikuna (møguleiki fyri niðursetta tíð) 1 námsfrøðing á 30 tímar...

Politiet standser efterforskningen af mulig skattesvig i PF Betri

Færøernes Politi standser efterforskningen af mulig skattesvig i P/F Betri (tidligere EIK Banki) Færøernes Politi har i dag besluttet at standse efterforskningen i sagen mod...

Seneste kommentarer