Home VinnutíðindiAlivinna Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. sent til hoyringar

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. sent til hoyringar

by OML

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur í dag sent uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til 20. juni 2017.

Skotið verður upp at broyta alilógina við tí endamáli at fáa eina meira greiða og framtíðartryggjaða lóg, sum kann skapa karmar fyri framhaldandi burðardyggari menning av alivinnuni, kappingarføri og lønsemi.

Høvuðstættirnir í uppskotinum eru:

  • Burðardyggir karmarAtlit at náttúru, umhvørvi, djóraheilsu og djóravælferð verða sett í endamálsorðingina í § 1 í lógini. Tað er avgerandi at tryggja alivinnuna gjøgnum krøv um m.a. lívfrøðiliga burðardygd, bæði tá tað snýr seg um umhvørvi og um fyribyrging og niðurberjing av sjúku hjá fiski. Hesi endamál ganga ikki nóg greitt fram av galdandi endamálsorðing í alilógini.
  • Metingarstøði Nágreinað verður, at atlit at fiskaheilsu, náttúru og umhvørvi eiga at verða tikin við í samlaðu metingina hjá alimyndugleikanum av, hvørt aliloyvi kann verða givið.
  • AlifirðirFyrisitingarreglan, “ein fjørður, ein alari”, verður broytt og sett inn í lógina. Broytingin ber í sær, at onnur aling fær atgongd til aliøkini á landi og á sjónum. Hetta letur upp fyri nýggjum møguleikum at skapa vøkstur og menning í alivinnuni.
  • Serlig áseting fyri SuðuroyÍ serligari áseting um alivirksemi í Suðuroy verður kravt, at laksur, aldur í alibrúkum í Suðuroy, skal virkast á virkjum í Suðuroy.
  • Antitrust reglur – eigaramarkSkotið verður upp, at eigaarmarkið verður 50%. Grundarlagið fyri markinum verður broytt soleiðis, at markið verður grundað á vinnulig loyvi til aling av laksi á alifirðum á sjónum. Nýggja eigaramarkið fevnir ikki um onnur loyvi herundir landaling og aling á sjóøki uttan fyri firðir og sund á meira harðbalnum øki (offshore aling). Reglurnar um eigaramark koma at fevna um aliloyvi, sum eru latin eftir, at lógin er komin í gildi. Sostatt verður eftir uppskotinum ikki gjørt inntriv í verandi aliloyvi.

Meginreglur fyri tillutan av aliloyvum

  • Eftir uppskotinum verður heimilað landsstýrismanninum at lata nýggj aliloyvi til aling av laksi á sjónum á alifirðum til hægstbjóðandi aftan á útbjóðing.
  • RættindiStaðfest verður í lógini, at aliloyvi er at líkna við nýtslurætt, og ikki ognarrætt. Endamálið er yvirskipað at staðfesta, at rættindi loyvishavarans á aliøkinum einans eru grundað á loyvi frá tí almenna eftir alilógini, eru avmarkað í tíð og vavi, kunnu takast aftur og kunnu sigast upp.

Granskingar- og menningarloyvi

  • Reglur verða ásettar um granskingar- og menningarloyvi, ið kann verða við til at menna nýggja framleiðslu og alihættir.
  •  Útlendskur kapitalurSkotið verður upp, at avmarkingin fyri útlendskum kapitali í føroysku alivinnuni ikki skal fevna um aling á landi og aling uttan fyri firðir og sund á meira harðbalnum øki (offshore aling).
  • Aling á vøtnumÁsett verður forboð fyri aling á vøtnum.

Uppskotið sæst her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.