Home Tíðindir STÓRI VØKSTURIN Í FERÐAFÓLKTALATALINUM HELDUR ÁFRAM

STÓRI VØKSTURIN Í FERÐAFÓLKTALATALINUM HELDUR ÁFRAM

by OML

Vága Floghavn hevði afturgongd í ferðafólkatalinum í februar og mars, men seinastu tveir mánarnar hevur stórur vøkstur verið í ferðafólkatalinum . Vøksturin í apríl var 46%, men minnast skal til páskirnar vóru í apríl. Í maj var vøksturin í maj var heili 25,2%. Hetta merkir, at 32.594 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í maj. Tað eru umleið 6500 ferðafólk fleiri enn í maj 2016.

Higartil í ár eru tilsamans 112.613 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin. Hetta er ein samlaður vøkstur á 10,1% ella gott 10.000 fleiri enn somu tíð í 2016.

”Stóri vøksturin í ferðafólkatalinum kemst fyrst og fremst av, at fleiri útlendsk ferðafólk í ár hava valgt at ferðast til Føroyar. Føroyingar ferðast eisini meira, men stórsti parturin av vøksturin kemur frá útlendskum ferðafólkum”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Útbygging av parkeringsøkinum krevur umleggingar Vága Floghavn er, sum boðað hevur verið frá áður, farin undir at bøtu um umstøðurnar við flogvøllin. Ein stór útbygging av parkeringsøkinum er komin væl ávegis, og tað er J&K Petersen sum stendur fyri útbyggingini av parkeringsøkinum.

Hendan umfatandi útbyggingin av parkeringsøkinum, førir við sær ávísar umleggingar av atkomuni til flogvøllin, og Vága Floghavn vónar, at tey sum koma til og frá flogvøllinum, geva sær far um kunningina viðvíkjandi umlegging av ferðsluni.

Framhaldandi góðar vónir fyri 2017 ”Vága Floghavn hevur góðar vónir um at 2017 aftur kemur at seta met í ferðafólkatalinum, men vøksturin stur økt krøv til umstøðurnar á flogvøllinum. Umframt útbyggingini av parkeringsøkinum, verður arbeitt við at menna umstøðurnar í sjálvari farstøðini eisini”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.