Home VinnutíðindiAlivinna Góð tíðindir frá Bakkafrost

Góð tíðindir frá Bakkafrost

by OML

Kanningarnar seinastu dagarnar hava ikki staðfest sjúkuelvandi ILA virus á A-73 Hvannasund Norður

Tann 14. juli 2016 boðaði Bakkafrost frá, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan, í sambandi við regluligt eftirlit, hevði fingið illgruna um, at fiskur var fongdur við sjúkuelvandi ILA virus á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður hjá Bakkafrost.

ILA virus rakar laks og einstøk onnur fiskasløg. Virusið finst í eini ikki sjúkuelvandi útgávu, sum verður nevnd ILA HPR-0, og so eini útgávu, sum er sjúkuelvandi og verður nevnd ILA HPR-del. Kanningar, gjørdar við PCR kanningarhátti, benda á, at tann sjúkuelvandi ILA virus útgávan, HPR-del, er at finna á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður.

Seinastu vikuna hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í tveimum umførum gjørt umfatandi kanningar á aliøkinum, sum skuldu staðfesta illgrunan um sjúkuelvandi ILA virus. Úrslitini frá hesum kanningum hava øll verið negativ og ikki ávíst sjúkuelvandi ILA virus. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur staðfest, at útgávan av virus, sum ábendingar eru um, er ein útgáva, sum ikki er so sjúkuelvandi, og kann tað møguliga vera ein frágreiðing um, at trupult hevur verið at funnið virusið aftur.

Eingi sjúkueyðkenni hava verið at sæð í økinum, og sum heild hevur lívfrøðiliga gongdin á aliøkinum verið góð, bæði áðrenn regluliga eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og seinastu tíðina, og einki óvanligt fellið hevur verið.

Síðani illgrunin kom í, hevur endamálið við kanningunum verið at staðfesta illgrunan um sjúkuelvandi ILA virus. Eftir at kanningar ikki hava ført til eina staðfesting, fer Heilsufrøðiliga Starvsstovan komandi tíðina at hava herda yvirvøku á økinum og fer eisini at gera eyka kanningar av grannaøkjum. Hendan tilgongd er ásett í kunngerð nr. 19 frá 14. mars 2005 um niðurberjing og eftirlit við ILA og hevur til endamáls at tryggja framhaldandi góða heilsustøðu í føroysku alivinnuni.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.