Home Vinnutíðindi Freistin longd til 1. oktober hjá nevndini at gera uppskot til fiskivinnunýskipan

Freistin longd til 1. oktober hjá nevndini at gera uppskot til fiskivinnunýskipan

by OML

Upprunaliga tíðarætlanin hjá nevndini at gera uppskot til nýggja fiskivinnuskipan var, at nevndin skuldi handa sítt arbeiði 1. august 2016.

Við atliti at trongu tíðarkørmunum at gera allar partar av arbeiðssetninginum lidnar og til tess at hava fleiri hoyringar hjá hoyringsbólkunum, hevur nevndin í samráði við landsstýrismannin í fiskivinnumálum valt at tillaga tíðarætlanina.

Fundir við hoyringsbólkarnar verða í september, og nevndin fer síðani at handa landsstýrismanninum frágreiðing, uppskot og tilmæli 1. oktober 2016.

Fiskimálaráðið, 21. juli 2016

Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í Fiskivinnumálum

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.