24.FO
Home Ung & Ítróttur Hudson Taylor á G

Hudson Taylor á G

Fyrireikararnir av G! festivalinum kunngera í dag at írsku Hudson Taylor koma at framføra á G! 2016!

Beiggjarnir Alfie og Harry Hudson Taylor, byrjaðu sína tónleika karrieru á gøtuni í Dublin, og í summar verða teir at hoyra á sandinum í Gøtu.

Í 2012 útgóvu teir sjálvir EP´ina Battles. LP´in setti veruliga gongd í teirra tónleikaliga virksemi, har hon lá ovast á sølulistanum hjá Itunes Irlandi og nummar 14 á bretska Itunes. Seinnu gjørdu teir sáttmála við plátufelagið Polydor, ið endurútgav Battles. Hudson Taylor fóru út at spæla, hitaðu upp fyri Kodaline og Jake Bugg, spældu á Glastonbury, hitaðu upp fyri Rolling Stones framman fyri 50.000 fólkum á Hyde Park. Síðani byrjaði arbeiðið upp á teirra fyrstu heilu fløgu “Singing for Stranger”. Tittulin var íblástur av fortíðini á gøtuni í Dublin. Fyrsta staklag “Chasing Rubies” var leyslatið í oktober 2014, og í 2015 kom fløgan út. Singing for Strangers lá nummar 3 á írsku sølulistunum. Tónleikurin er lættur, ljóðið er akkustiskt, fólksligt og við tøttum vokal harmonium, týðiliga íblást av 60´ínum, men umgjørt til nútímans popp.

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer