Home Ung & Ítróttur Sáttmáli um høllina á Hálsi undirskrivaður

Sáttmáli um høllina á Hálsi undirskrivaður

by OML

Tórshavnar kommuna hevur í dag skrivað undir ráðgevarasáttmála við Sp/f HMP Consult um projektering av spennandi hallarútbyggingini av Høllini á Hálsi.

Býráðið samtykti í november at byggja út Høllina til dupulthøll, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Harumframt verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði tá, at dupulthøllin skal kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar. Høllin skal vera karmur um størri heimlig og altjóða tiltøk og events, eisini innan vinnulív, so sum handilsmessur og -ráðstevnur, innan mentan og undirhald, so sum stórar konsertir og framsýningar, til stór samkomumøti v.m.

– Hetta verður ein fjølbroytt og fleksibul høll, sum kann vera við til at menna ítrótt, vinnulív, mentan og altjóða samstarv. Stórhøllin er tí meira almentgagnlig og røkkur fleiri áhugabólkum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Við dupulthøllini á Hálsi verður talan um ítróttadepil, ið enn betri kann virka sum tjóðarhøll eitt nú í sambandi við finalustevnur og flestu altjóða dystir.

Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2.500-3.000 áhoyrarum alt eftir uppseting.

Og so verða parkeringsumstøðurnar munandi betraðar við fleiri enn 100 nýggjum parkeringsplássum. Harvið verður stadionøkið í Gundadali uppaftur sterkari sum ítróttadepil saman við Tórsvølli, FIMI og seinni eisini langhyli, segði ein vælnøgdur borgarstjóri eftir býráðsfundin í farnu viku.

Ætlandi verður verður spakin settur í jørðarbeiðið tíðliga í vár og farið verður í holt við byggiarbeiðið í summar. Verkætlanin verður liðug í endanum av 2017.

Á myndini sæst Hans Haraldsen, stjóri í Sp/f HMP Consult og Heðin Mortensen, borgarstjóri, í sambandi við undirskrivingina.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.