Home TíðindirÚtland Ríkisfundur verður mánadagin

Ríkisfundur verður mánadagin

by OML

Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður mánadagin 14. desember í Keypmannahavn.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður Grønlands, til Danmarkar.

Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

Ríkisfundurin verður á Marienborg fyrrapartin mánadagin. Eftir ríkisfundin verður felags tíðindafundur, sum byrjar kl. 10.30.

 

Mynd av Helle & Angelu Merkel á Marienborg mynd: EPA

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.