Home Tíðindir Kommunan gjørt rammuavtalu við MAGN

Kommunan gjørt rammuavtalu við MAGN

by OML

Í morgun varð veitingaravtala undirskrivað millum Magn og Tórshavnar kommunu. Talan er um ein rammusáttmála um orkuveiting og hjátænastur sambært innkeypspolitikkinum hjá Tórshavnar Kommunu.

Sáttmálin er galdandi í tvey ár við møguleika hjá Tórshavnar Kommunu at longja sáttmálan við einum ári.

Sáttmálin fevnur um veiting av gassolju, diesel og bensin fyri allar bygningar, maskinur og akfør hjá Tórshavnar Kommunu. Eisini fevnir sáttmálin um veiting av hitatænastum fyri ognir hjá Tórshavnar Kommunu.

Magn vann útboðið við kappingarførum prísum. Umframt prísir hevur Tórshavnar Kommuna í útboðnum vektað umhvørvið, trygd og dygd (HSEQ) og virkissamfelagsábyrgd (CSR).

Magn vísti á altjóða góðkendar ISO-certificeringar innan umhvørvi, trygd og dygd, ávikavíst ISO 14001, OHSAS 18001 og ISO 9001. Magn er ein virkin viðleikari innan CSR, virkissamfelagsábyrgd.

Sáttmálin fevnir eisini um avsláttur fyri bilvask og hydraulikkolju.

Á myndini síggjast f.v. Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóri, Ingibjørg Berg, kommunustjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Leif Hovgaard, sølustjóri hjá Magn Pf., og Brynhild Setberg, fíggjarfulltrúi á fíggjardeildini hjá Tórshavnar kommunu.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.