Home Tíðindir Átala og áheitan

Átala og áheitan

by OML

 

Skriv til Formansskapur Løgtingsins frá Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin er sent til Løgtingsformannin – Løgtingsskrivstovuna dagfest 10. december 2015

Vegna flokkar okkara, átala undirritaðu álvarsliga framferðina í sambandi við viðgerðina av niðanfyrinevndu uppskotum til Ríkislógartilmæli:

19/2015 Uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini.

20/2015 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar.

21/2015 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.

Eftir at málini vóru til 1. viðgerð á Løgtingi, vísir tað seg, at eitt fyri málini sera umráðandi løgfrøðiligt upprit frá Løgtingsskrivstovuni er komið undan kavi.

Uppritið viðger og setur grundleggjandi løgfrøðiligar spurningar við omanfyri nevndu uppskot. Løgtingsskrivstovan tekur í uppritinum fyrivarni, sum botnar í, at uppskotini ikki eru í samsvari við løgfrøðiligar ásetingar.

Tað er ómetaliga álvarsligt, at løgtingsmenn ikki hava fingið hesar týðandi upplýsingar og viðmerkingar frá løgfrøðiligu ráðgevum Løgtingsins, áðrenn 1. viðgerð av nevndu uppskotum.

Vit undirritaðu floksformenn kunnu ikki undirstrikað nóg nógv, at vit góðtaka ikki hesa framferð, ið vísir vantandi virðing fyri lóggávuarbeiðinum og Løgtinginum sjálvum.

Vit vóna, at tað ikki er so, at upplýsingar eru duldar fyri løgtingsmonnum, men av tí, at ivi er um hetta, heita vit á formansskapin um beinanveg at kanna og skrivliga greiða Løgtinginum frá hesum spurningum:

1.      Hví kom uppritið frá Løgtingsskrivstovuni ikki løgtingsmonnum í hendi, áðrenn nevndu uppskot fóru til 1. viðgerð?

2.      Hvør var tilgongdin í arbeiðinum við uppritinum frá tí, at løgfrøðiliga arbeiðið byrjaði, og til uppritið brádliga kom undan kavi?

3.      Hvør hevur ábyrgdina av, at løgtingsmenn ikki fingu uppritið rættstundis?

Tað er sjálvsagt, at uppritið átti at verið partur av viðgerðini í Løgtinginum. Var talan um, at uppritið ikki var liðugt til 1.viðgerð, átti viðgerðin at steðga, til so var.

Hetta er sera álvarsligt, tí tað má til eina og hvørja tíð vera fult álit millum Løgtingið og umsitingina hjá Løgtinginum.

Tí biða vit vegna flokkar okkara um, at uppskotið verður burturvíst, ella at nýggj 1. viðgerð verður, eftir at umbidna skrivliga frágreiðing fyriliggur, og allar upplýsingar í málinum annars eru tøkar hjá tingfólkum.

Vinaliga,

v. Sambandsflokkin, Bárður Nielsen, floksformaður

v. Fólkaflokkin, Jørgen Niclasen, floksformaður

v. Nýtt Sjálvstýri, Kári P. Højgaard, tingbólkaformaður

v. Miðflokkin, Jenis av Rana, floksformaður

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.