Home Ung & Ítróttur P/F Wenzel hevur gjørt 2 ára stuðulsavtalu við unga og evnaríka súkklaran Torkil Weyhe.

P/F Wenzel hevur gjørt 2 ára stuðulsavtalu við unga og evnaríka súkklaran Torkil Weyhe.

by OML

Nú fái eg hugsavnað meg um ítróttina sigur Torkil Veyhe um stuðulsavtaluna, ið hann hevur fingið lag við P/F Wenzel. Avtalan fevnir um stuðul í fyribils 2 ár, men sáttmalin kann eisini leingjast til at røkka 3 ár.

Á Oyggjaleikum á Jersey í summar, vann Torkil Veyhe gull í einkultstarti og bronsu í landavegskappingini og liðkappingini.

Komandi tíðina skal Torkil súkkla elitusúkling í Danmark, í sonevnda a-bólkinum og harvið hevur hann longu vunnið sær pláss millum tey allar bestu.

Jógvan Højgaard, stjóri í P/F Wenzel sigur, at Torkil hevur skarað fram úr við sínum sjáldsama offurvilja og málsøkni. Fyri okkum sum fyritøka og bilsøla, ið umboðar fleiri av heimsins fremstu bilamerkjum, er tað sjálvsagt at stuðla einum so evnaríkum ítróttafólki.

Vit hava ein náttúrligan tokka til alt, ið koyrir á hjólum og við súkkling hevur Torkil so dyggiliga prógvað sínar dygdir.

-Í strembanini eftir at gagnnýta orkuna, er Torkil langt framman fyri bilaheimin. At klára úr Havn til Viðareiðis og aftur upp á tvey hálv og ein temunn, gera vit honum ikki eftir – enn, sigur Jógvan Højgaard

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.