Home Ung & Ítróttur Føroyar hava vunnið IHF Trophy 2015

Føroyar hava vunnið IHF Trophy 2015

by OML

Úrslitini í dag lagaðu seg soleiðis, at Føroyar hava vunnið IHF Trophy 2015, hóast ein dystur er eftir í morgin móti Tahiti. Av tí at Usbekistan vann 39-31 móti Tahiti í dag, kunnu vit við sigrinum á Cap Verde rópa okkum IHF Trophy meistarar.

 

Føroyska liðið spældi sín greitt besta dyst í kappingini higartil í dag. Kap Verde var greitt besta mótstøðuliðið leikara til leikarar í kappingini og vóru okkara sera uppsettir, tí var dysturin taptur, var fyrsta plássið rokið. Dysturin endaði 27-24 til Føroyar, eftir 11-7 í hálvleikinum.

Føroyska liðið dekkaði frammaliga og setti seg á dystin beinanvegin. Okkara vunnu seg spakuliga nøkur mál framum, hetta serliga við skjótálopum. Liðið byrjaði seinna hálvleik væl og økti til 14-7. Munurin minkaði spakuliga aftur og tvær útvísingar samstundis, góvu Kap Verde møguleikan at koma inn aftur í dystin. Seinastu 10 minuttirnar lá dysturin og ridlaði og munurin var bert eitt mál tá nakrir minuttir restaðu. Kap Verde kom ikki nærri og øktu okkara seinastu tveir minuttirnar til endaliga úrslitið 27-24.

Í morgin møtir føroyska liðið Tahiti kl. 16.00 føroyska tíð. Dysturin kann stroymast á youtube. Kl. 20.00 verður steypahandan og endahátíðarhald.

Málskjúttar í dag:

Rói Berg Hansen 9
Áki Egilsnes 7
Allan Norðberg 3
Eirikur Simonsen 2
Helgi Hoydal 2
Kjartan Johansen 2
Pætur Thomsen 1
Julian Olsen 1

Málmenn:
Niklas Simonsen 45 min. 33%
Tóraldur Kollsker 15. min 13%

 

Kelda & mynd HSF  by AR on 24. OKTOBER 2015

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.