So far, so good”. Soleiðis byrjaði Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini røðu sína, áðrenn spakin varð settur í til rennibreytina við Másheygg í dag.
Verkætlanin at byggja rennibreyt við Másheygg hevur verið á arbeiðsborðunum í nøkur ár nú, og í dag varð eitt stórt fet tikið fram á leið, tá Jógvan Skorheim, borgarstjóri setti fyrsta spakan í.
Nógv fólk vóru komin til hátíðarløtuna. Serliga var umboðanin frá Treysti eyðsýnd. Frøin var stór, kanska serliga hjá Guttormi Sørensen, sum umboð fyri Treysti hevur verið partur av arbeiðinum frá byrjan.
Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini helt:
“Góðu tit øll!
“So far so good”, siga vit um okkurt, sum hevur tikið langa tíð, men spakuliga, stig fyri stig arbeiðir seg á mál. Ikki tí at rennibreytin er seinkað av politiskum vilja, men ein slík verkætlan krevur nógva fyrireiking, alt frá ognartøku til, hvussu verkætlanin endaliga skal síggja út.
Alt hetta, saman við nógva virkseminum í samfelagnum, hevur verið við til, at útgrevsturin og arbeiðið við rennibreytini ikki er byrjað.
Men í dag er dagurin. Dagurin har byrjað verður uppá verkætlanina, vit øll hava bíðað í spenningi eftir.
Havi eftirhondini nevnt rennibreytina fleiri ferðir í greinum og talum seinastu árini.
Tað tolir at verða sagt enn einaferð, at hendan verkætlanin skal ikki út at finna sær brúkarar, nei brúkararnir eru her, tað eru tú og eg, tað eru øll tit, vit dagliga síggja renna runt um í býnum.
Tað, at umstøður og karmar eru til staðar, vil gera, at alt fleiri koma við í hópin av íðkarum.
Í Góðan morgun Føroyar sendingini 4. oktober varð tosað um venjing sum part av viðgerð.
Kommunulækni og granskari komu við teirra útsøgn um týdningin av at halda kroppin virknan. At venjing eigur at vera partur av læknaligu viðgerðini.
Hetta kenna tit í felagnum Treysti alt til, at venjing hjálpir kropsliga og sálarliga uppá lívsgóðskuna. So hetta er nakað vit eiga at arbeiða meira við, ein win win støða fyri land og fólk.
Vit renna á stevnum, vit renna frá kirkju til kirkju og vit renna árliga ½ marathon. Alt hetta er flott og gott. Men við øllum teimum krøvum, okkum verður sett í dagsins samfelag, mugu vit ikki gloyma at steðga á.
Steðga líka, verið still, hoyrið náttúruna og hoyrið, hvat vit sum menniskju vilja. Gevið hvør øðrum ans, elskið og verjið umstøðurnar, okkum eru liti til.
Nú heystið av álvara er byrjað, kunnu vit staðfesta, at sum vit sáa, soleiðis heysta vit.
Í sálminum hjá Robert Joensen, Nú Hvítna tindar fjøllum á, ljóðar eitt ørindi soleiðis.
Har sátur stóðu fram við á,
Er alt nú snøgt og nakið,
Og epli, røtur, hvørt eitt strá
Er komið undir takið.
Í dag heysta vit fruktirnar av viljanum hjá býráðnum og dreymum og ynskjum hjá mongum. Ein verkætlan er nú á gáttini til veruleikan.
Samanhald, venjing og virðing er alt við til, at vit fáa eina betri lívsgóðsku og eitt betri samfelag.
Til tykkum øll ið hava bíðað í tolni, takk fyri tolsemið, takk fyri íkastið og takk fyri, at tit eru her.”