Home Fólk & SamfelagPolitikkur Danski vinnumálaráðharrin og Fíggjareftirlitið á vitjan í Fíggjarmálaráðnum

Danski vinnumálaráðharrin og Fíggjareftirlitið á vitjan í Fíggjarmálaráðnum

by OML

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur í dag havt vitjan av danska vinnumálaráðharranum, Rasmus Jarlov. Við á ferðini og fundinum vóru eisini stjórin í danska Fíggjareftirlitinum og embætisfólk úr danska vinnumálaráðnum.

Á fundinum bleiv støðan í føroysku peningastovnunum umrødd. Komið var millum annað inn á hvussu herdu kapitalkrøvini kunnu ávirka føroysku bankarnar frameftir og hvør lóggáva er ávegis á fíggjarøkinum.

Í hesum sambandi varð eisini kunnað um, at lóggávan nú verður broytt soleiðis, at Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya beinleiðis kunnu heinta upplýsingar, ið eru viðkomandi fyri at staðfesta fíggjarligar váðar, frá føroysku peningastovnunum.

Til umrøðu var eisini Evropeiska Bankauniónin. Herundir serliga avleiðingarnar fyri føroyska fíggjargeiran um Danmark gerst limur í bankauniónini. Arbeiðsbólkur er settur, við umboðum fyri føroyskar, grønlendskar og danskar myndugleikar, at lýsa støðuna nærri. Umframt hetta, varð háaktuella evnið um hvíting av pengum umrøtt og varð eisini greitt frá varskógvaraskipanini hjá Fíggjareftirlitinum. Henda skipan er eisini galdandi fyri føroyskar bankar.

Landsstýriskvinnan kunnaði annars eisini um búskaparstøðuna í Føroyum, eins og støðan í altjóða fíggjarheiminum var til umrøðu.

Fundirnir millum danska vinnumálaráðharran, Fíggjareftirlitið og føroysku landsstýriskvinnuna eru afturvendandi fundir, hvørs endamál m.a. er, at føroyskir myndugleikar javnan verða kunnaðir um støðuna í føroysku peningastovnum, og at umrøða støðuna í altjóða fíggjarheiminum sum heild.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.